Tveir 36 ára gamlir menn eru skuldsettir fyri drápið av 22 ára gomlu, Miu Skadhauge Stevn, á ókendum staði í Norðurjútlandi. Annar maðurin situr í varðhaldi og er fongslaður í fyribils fýra vikur. Hin er leyslatin, tí tað hava tveir rættarfundir og dómstólar gjørt av.
Tað var klokkan 11.20 mikudagin, at løgreglan klamsaði hondjørnini um skøvningarnar á teimum báðum - annar handtikin í Flauenskjold og hin í Østervrå. Hetta hendi júst í somu løtu, tí løgreglan var á báðum støðum samstundis.
Annar er elektrikari og hin timburmaður. Teir hava verið vinmenn, heilt síðan teir vóru smádreingir. Keldur í umhvørvinum hjá teimum siga við danskar miðlar, at báðir eru serstakir og serlingar, sum tað eisini verður rópt.
- Hann er ein serlingur, sum heldur seg nógv við hús. Hann hevur ein góðan vinmann, sum kemur á gátt. Tað er ikki ein maður, sum tú drekkur eina øl saman við. Pápi hansara kemur eitt sindur meira út, men hann er eisini ein serlingur, sigur ein granni í Østervrå.
Men, fyri at lýsa, hví løgreglan hevur havt so stóran áhuga í hesum monnum í samband við málið um 22 ára gomlu, Miu Skadhauge Stevn, sum nú er funnin dripin, skal tíðin skrúvast aftur til seinasta sunnumorgun klokkan 06.09.
Stutt fyri hesa klokkutíð fer Mia Skadhuage Stevn úr einari barr í Jomfru Ane Gade í Aalborg. Sambært løgregluni gongur hon eina løtu einsamøll, til hon kemur nakað burturfrá og stillar seg við eitt busssteðgistað við ein Netto-handil.
Tað er eitt lítið vakmyndatól á einum valutahandli, sum nú fær so stóran týdning fyri arbeiðið hjá løgregluni, tí vakmyndatólið "fangar" eina ógvuliga avgerandi mynd í øllum tí, sum seinni er hent.
- Ein myrkur bilur steðgar, og vit síggja, at hin 22 ára gamla setir seg inn í bilin, sum síðan koyrir avstað suðureftir, sigur varaleiðarin hjá løgregluni í Norðurjútlandi, Frank Olsen, um seinastu myndina av Miu Skadhuage Stevn, har hon er sædd á lívi.
Sjálvt um løgreglan hevur sagt ógvuliga lítið um, hvar bilurin koyrir, og løgreglan í fleiri dagar hvørki kendi bilførara ella leiðina, bilurin koyrdi, vita danskir miðlar at siga, at løgreglan miðskeiðis í hesi vikuni legði hald á ein myrkan bil, sum líkist bilinum, ið tók ungu kvinnuna upp.
Hetta var á einari adressu í Flauenskjold, har annar maðurin býr - maðurin, sum nú situr varðhaldsfongslaður í fyribils fýra vikur. Danskir miðlar vita eisini at siga, at granskarar á einum universiteti hava hjálpt løgregluni at endurskapa myndina á vakmyndaupptøkuni.
Sum skilst, var myndin upprunaliga nakað kornut, men kundi endurskapast í einari betri dygd.
Teir báðir 36 ára gomlu vinmenninir vóru til grundlógaravhoyring í rættinum í Aalborg hósdagin klokkan 11. Teir hugdu báðir niður og hugdu lítið upp á hvønn annan, verður sagt um løtuna, tíðindafólk sluppu at vera í rættarhølunum.
Báðir høvdu stuttklipt myrkt hár og vóru í myrkum klæðum. Verjuadvokatarnir hjá hjá teimum skuldsettu søgdu, áðrenn hurðarnar vórðu latnar aftur, at teir báðir noktaðu seg sekar í skuldsetingini um dráp.
Verjuadvokatarnir fingu dómararnar at játta navnaforboð á teimum skuldsettu, hóast miðlarnir mótmæltu. Tí kunnu miðlarnir nú heldur ikki skriva, hvørjir menninir eru. Báðir eru tó kendir av løgregluni frammanundan fyri "smákriminalitet", sum sagt hevur verið.
- Eg havi ikki so nógv at siga. Eg eri keddur og skakaður, men eg eri ósekur. Hetta hava verið nakrir strævnir dagar, segði hin leyslatni, tá danska ávísin BT seint hósdagin eftir leyslatingina møtti manninum við húsini, har hann býr.
Leingi var ein lítil vón um, at gentan fór at koma afturíaftur á lívi, men seint hósdagin var eingin vón eftir. Tá fann løgreglan leivdir av einum menniskja í Dronninglund Storskov, sum tey halda eru av Miu Skadhauge Stevn.
Onkrir ognarlutir hjá gentuni eru eisini funnir.