Hetta eru ákærurnar og teir ákærdu

Tríggir høvuðspersónar eru í stóra rúsevnamálinum, sum koyrir sum nevningating í Føroya Rætti í løtuni. Her ber til at kunna seg nærri um teir tríggjar persónarnar, og hvat teir eru ákærdir fyri.

Persónur A:

24 ára gamal dani, sum er útbúgvin múrari og starvaðist innan hetta øki, til hann bleiv handtikin í Føroyum tann 21. Novembur í fjør og hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani. Hann eigur bilin, sum bleiv brúktur á ferðini til Føroya. A greiddi í rættinum frá, at hann hevur tikið rúsevni, serliga MDMA, av og á, men at hann ikki var misnýtari.

Hann er ikki áður dømdur fyri nakran narkokriminalitet

 

Ákæra:

Forhold 1: Saman við B og C at royna at fremja grovt rúsevnabrotsverk, sum snúði seg um at innsmugla 983 gram av amfetamin til Føroya. Royndin miseydnaðist, tí tollvaldið fann rúsevnini.

-       Noktar seg sekan

 

Persónur B:
25 ára gamal dani, sum er útbúgvin timburmaður og starvaðist innan øki, til hann bleiv handtikin í Føroyum tann 21. Novembur í fjør og hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani. Hann hevur í rættinum greitt frá, at hann áður hevur verið misnýtari av av rúsevnum, men at hann var í sjálvbodnari avvenjing á vári í fjør. Hann hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður og kennir væl C, sum er føroyingur.

Hann er ikki áður dømdur fyri nakran narkokriminalitet.

 

Ákærur:

Forhold 1: Saman við A og C at royna at fremja grovt rúsevnabrotsverk, sum snúði seg um at innsmugla 983 gram av amfetamin til Føroya. Royndin miseydnaðist, tí tollvaldið fann rúsevnini.

-       Játtar seg sekan í innsmugling, men sigur, at hann gjørdi tað einsamallur, og at hinir ikki vóru við til tað.

 

Forhold 2: Varveitsla av rúsevnum. Undir húsarannsókn hjá B í Danmark blivu funnin 54 gram av MDMA, sum kann gerast til 360 ecstacy tablettir.

-       Játtar seg sekan, men tað var til egið brúk og ikki til víðari sølu

 

Forhold 3: Varveitsla av rúsevnum. Undir húsarannsókn hjá B í Danmark blivu funnin 387 gram av hash umframt ymisk útgerð í hesum sambandi.

-       Játtar seg sekan, men tað var til egið brúk og ikki til víðari sølu

 

Forhold 4: Varveitsla av rúsevnum. Undir húsarannsókn hjá B í Danmark blivu funnin 98,1 gram av MDMA, sum kann gerast til 645 ecstacy tablettir.

-       Játtar seg sekan, men tað var til egið brúk og ikki til víðari sølu

 

Forhold 5: Varveitsla av rúsevnum. Undir húsarannsókn hjá B í Danmark blivu funnin 29,8 gram av skunk og 13 gram av hash.

-       Játtar seg sekan, men tað var til egið brúk og ikki til víðari sølu

 

Forhold 6: Varveitsla av stolnum vørum. Undir húsarannsókn hjá B í Danmark bleiv funnin ein MacBook telda, sum varð meldað stolin.

-       Játtar seg sekan at hava telduna, men hevur ikki stolið hana.

 

Persónur C:

28 ára gamal føroyingur, sum er sjómaður og siglir við fiskiskipi. Føroyingurin greiddi í rættinum frá, at hann hevur verið misnýtari í nógv ár, men at hann hevur roynt at sloppið burtur úr misnýtsluni í seinastuni. Hann hevur sitið varðhaldsfongslaður, síðani hann bleiv handtikin 21. Novembur í fjør.

Hann er einaferð áður dømdur fyri at hava smuglað hash til Føroya.

 

Ákærur:

Forhold 1: Saman við A og B at royna at fremja grovt rúsevnabrotsverk, sum snúði seg um at innsmugla 983 gram av amfetamin til Føroya. Royndin miseydnaðist, tí tollvaldið fann rúsevnini.

-       Noktar seg sekan

 

Forhold 7: Roynd at fremja grovt rúsevnabrotsverk við í januar í fjør saman við øðrum at royna at smugla 12,7 kilo av hash til Føroya úr Íslandi. Hetta miseydnaðist, tí íslendska tollvaldið fann hashið.

-       Noktar seg sekan

 

Forhold 8: Varveitsla av 1 gram av hash í apríl í fjør

-       Játtar seg sekan

 

Forhold 9: Varveitsla av 25,78 gram av hash umframt vektir í bili sínum, tá ið hesin bleiv steðgaður av løgregluni í august í fjør.

-       Játtar seg sekan, men sigur at tað var til egið brúk og ikki til víðari sølu

 

Forhold 10: Varveitsla av tilsamans 40 ymiskum reseptskyldugum tablettum í bili sínum, tá ið hesin bleiv steðgaður av løgregluni í august í fjør.

-       Játtar seg sekan, men sigur, at tað var til egið brúk og ikki til víðari sølu

 

Forhold 11: Søla ella víðarihandan av 4 gram av hash 29. Oktober í fjør.

-       Játtar seg sekan, men tað var eingin vinningur, bara ein vinartænasta

 

Forhold 12: Søla ella víðarihandan av 2 gram av hash 29. Oktober í fjør.

-       Játtar seg sekan, men tað var eingin vinningur, bara ein vinartænasta

 

Forhold 13: Søla ella víðarihandan av 1 gram av hash 29. Oktober í fjør.

-       Játtar seg sekan, men tað var eingin vinningur, bara ein vinartænasta

 

Forhold 14: Varveitsa av røri til at sniffa við og eggjabikari við amfetaminleivdum á

-       Játtar seg sekan

 

Forhold 15: Varveitsla av ymiskum sniffi- og roykiútbúnaði við leivdum á.

-       Játtar seg sekan