- Fólkið sigur kortanei til tann aggressiva og hjartaleysa politikkin hjá pørtum av samgonguni.
Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, eftir at samgongan í nýggjari veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin, missir meirilutan. Samgongan missir fýra tinglimir í kanningini.
- Fólkflokkurin og teirra stuðulsflokkur Sjálvstýrisflokkurin hava staðið á odda fyri politikkinum, og tað eru eisini teir, sum missa mest, sigur Jenis av Rana.
- Nú vóni eg, at menn og kvinnur í samgonguni síggja greiða signalið frá fólkinum og broyta politikkin, sigur hann.
Miðflokkurin, sum sjálvur er partur av samgonguni, kvinkar upp eftir í veljarakanningini og varðveitir síni tvey umboð.










