Fiskivinna
Hóskvøldið komu nýggju trolbátarnir hjá Kjartani Joensen og Osmundi Justinussen, Norðleivur og Fríðborg, á Leirvík (sí grein aðrastaðni í blaðnum).
Bátarnir eru bygdir á Ósey á Havnafjørðinum í Íslandi, men skrokkarnir eru bygdir í Póllandi.
Kjartan Joensen sigur, at veðrið á ferðini heim úr Íslandi var eitt sindur ruskut, men bátarnir royndust væl í sjónum.
- Vit eru væl nøgdir við bátarnar og halda eisini, at apeteringin er óføra góð. Hetta er eitt stórt framstig hjá manningini.
Spurdur, um skipini ikki tykjast lág aftan í mun til framman, sigur Kjartan, at hæddin á bakkanum hevur nakað við apeteringina at gera.
- Hetta eru jú smá skip, har apteringin og harvið umstøðurnar hjá manningini hava
høgan prioritet, sigur hann.
Klárir at loysa
Manningin, sum verður við Norðleivi og Fríðborg, er hin sama,sum var við bátunum, ið hesir báðir nú skulu loysa av.
Norðleivur kemur í flotan fyri gamla Norðleiv, sum er fyrrverandi Stigabarmur, og Fríðborg kemur fyri Raðhamar.
Kjartan sigur, at bátarnir eru klárir at fara til fiskiskap, men enn eru onkur skjøl at avgreiða, og eitt nú skulu bátarnir lóggildast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
- Eg vænti, at loyst verður hesumegin hvítusunnu. Men dregur tað eitt sindur út við pappírunum, verður loyst beint eftir hvítusunnu, leggur hann aftrat.
Norðleivur og Fríðborg eru 19,40 metrar langir og 5 metrar breiðir. Maskinurnar eru 425 hk.
Bæði Norðleivur og Fríðborg sleppa á landleiðina at royna, tá ið trolbátarnir sleppa at fiska innanfyri.