Hetta eru flottastu bilar í Suðuroy

Tað er Eyðun Jespersen, sum eigur flottasta bilin í Suðuroy.

 

Tá Tvøroyrar Nýggjársnevnd skipaði fyri stórari bilasølustevnu í Ítróttarhøllini í Trongisvági leygardagin og sunnudagin, var ymiskt á skránni.

Umframt sjálva bilaframsýningina, har fleiri bilasølur vóru við, vóru eisini sølubásar við ymiskum veitarum, loppumarknaður, tombola og hoppiborgir til børnini at spæla á.

##med2##

Eitt tiltak, sum eisini var á skánni á bilasølustevnuni hesaferð, var, at flottastu bilar í Suðuroy skuldu veljast, og her var sjálvsagt stórur spenningur.

Tvøroyrar Nýggjársnevnd upplýsir, at Eyðun Jespersen átti flottasta bilin. Á øðrum plássi kom Bjarni Brattalíð - og á triðja plássi Gudfinn Jespersen.

##med3##

Viðheftu myndir eru av bilunum, sum á bilasølustevnuni í Trongisvági, vórðu kosnir at vera teir flottastu í Suðuroy - í øllum førum av teimum, sum luttóku í kappingini.

 ##med4##