Ríkis og stjórnarleiðararnir í teimum 27 ES londunum hava í dag verið á toppfundi í Brússel.
Her eru tær týdningarmestu niðurstøðurnar frá ES toppfundinum:
• Ukraina fær 50 milliardir evrur yvir fýra ár.
Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, hevði hótt við at nýta sýtingarrættin í móti at fíggja Ukraina yvir fleiri ár. Men hann bakkaði á toppfundinum.
Har vórðu londini samd um at seta av 50 milliardir evrur yvir fýra ár frá 2024 til 2027. Tað svarar til umleið 370 milliónir krónur.
33 milliardir koma frá láni, meðan 17 milliardir evrur eru nýggir pengar frá ES limalondunum.
• Stuðulin skal umrøðast árliga
Viktor Orbán hevur ikki sýtingarrætt um pengarnar til Ukraina, men hann hevur fingið við í niðurstøðuna frá toppfundinum, at tað á hvørjum ári skal gerast ein frágreiðing um nýtsluna av pengunum. Tað skal geva grundarlag fyri kjaki í Evroparáðnum.
»Um tað er neyðugt«, kunnu ríkis- og stjórnarleiðararnir í Evroparáðnum um tvey ár heita á ES nevndina um at seta fram uppskot til endurskoðan. Tað fer tó at kreva stuðul frá øllum 27 ES londunum.
Samstundis kann endurskoðanin ikki fáa gildi fyrr enn í næsta fíggjarætlanarskeiði, sum byrjar 1. januar í 2028.
Harvið er Ukraina við øðrum orðum tryggjað at fáa tær 50 milliardir evrurnar yvir fýra ár.
• Styrkt átøk ímóti tilflyting.
Ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES londunum meru samd um at seta av tvær milliardir evrur á tilflytaraøkinum. Tað skal millum annað til nýggjar marknamannagongdir. `Tað skal vera við til at linka trýstið av tilflytarum á Evropa.
Settar verða harumframt 7,6 milliardir evur til at varðvetia eitt »effektivt samstarv um tilflytarar« við triðjalond. Tað skal millum annað fara til stuðul til sýrisk flóttafólk í Turkalandi.
• Eftir endurtakandi náttúruvanlukkurnar í Evropa og í triðjalondum verða settar av 1,5 milliardir evrur til økið.
/ritzau/