Hetta eru eini fantastiska góð tíðindi tí tað vísir, at tiltøkini, sum eru sett í verk í Kina, hava riggað. Tað sigur Kåre Mølbak, stjóri á Statens Serumistitut í Danmark, við heimasíðuna hjá stovninum
Hann sipar til, at nú er tað nógv, sum bendir á, at smittuvandin við nógv umrødda covid-19 virussinum, er hæsaður av.
Talið á teimum, sum verða smittað, hevur nevniliga verið fallandi hesar seinastu tvær vikurnar. Og eingi tekin eru um, at smittan breiðir seg nevnivert uttan fyri Kina heldur, sigur hann.
Samstundis vísa uppgerðir, at 78 prosent av teimum, sum hava fingið smittuna, eru í aldrinum 30-69 ár. Og av teimum eru tað 81 prosent, sum bara hava havt smávegis sjúkutekin og hava sostatt lítið og einki merkt til sjúkuna.
Men hjá fimm prosentum av teimum smittaðu, hevur støðan verið hættislig.
Statens Seruminstitut sigur, at nógv teir flestu sjúklingarnir, ella 86 prosent, eru smittað í Wuhan, ella av fólki, sum hava havt samband við býin.
Sostatt er tað nógv, sum bendir á, at sjúkan var í hæddini longu síðst í januar, sigur Kåre Mølbak á heimasíðuni hjá Statens Serumistitut.
Í løtuni er tað annars staðfest, at yvir 75.000 fólk hava fingið smittuna og eini 2.000 fólk eru deyð av henni.
Heili 98,8 prosent av teimum, sum hava fingið smittuna, eru í Kina og uttan fyri Kina eru tað bara seks sjúklingar, sum eru deyðir.
Hinvegin er hann eisini varin, tí hann sigur, at tað verður eisini mett, at kinesarar hava ikki fingið skrásett øll tey, sum eru smittað, serliga í at nógv merkja lítið og einki til sjúkuna. Sostatt eru tað eisini granskarar, sum meta, at talið á smittaðum er tíggju ferðir hægri enn tað, sum higartil er upplýst. Men tað góða við tí er, at tað merkir so aftur, at upp aftur nógv færri doyggja av sjúkuni enn tað, sum higartil er komið fram.
Hinvegin kann tað eisini merkja, at nógv fólk hava smittuna í nógv longri tíð enn higartil hildið, og tað kann so aftur merkja, at talið á deyðum fer at veksa.
Enn er einki koppingarevni ímóti sjúkuni, men gongst sum ætla, kunnu tær fyrstu royndirnar við einum koppingarevni gerast um nakrar mánaðir. Men tað verður neyvan fyrr enn um eitt ár, at tað verður klárt at royna at koppseta fólk.
Tað er nevniliga nógv, vit framvegis ikki vita um virussið, eitt nú er tað heldur ikki endaliga staðfest, hvussu long tíð, fólk hava smittuna í sær, áðrenn tey verða sjúk.
Hann leggur afturat, at tað verður ikki fyrr enn um eitt ár, at vit kunnu vænta at hava eitt koppingarevni fyri smittuni.