Sum kunnugt, er ársins leikara tiltak á Hotel Føroyum í hesi løtu, har tey bestu fyri fótbóltsárið 2016 verða heiðraði. Tað eru Miðlahúsið, Rás 2 og FSF sum skipa fyri tiltakinum.
Fyri løtu síðani skuldu ársins venjarar fyri 2016 heiðrast.
Og bæði ársins venjarar hjá kvinnum og monnum fóru til FM-vinnararnar.
Hjá kvinnum var Alexander Jovevic, sum í ár hevur vant kvinnurnar hjá KÍ, valdur til ársins venjara. Hann hevur verið til at vunnið bæði steypakappingina og landskappingina sum KÍ venjari.
Hjá monnum var stórur spenningur undan heiðrinum, tí rættuliga tætt var millum KÍ venjaran, Mikkjal Thomassen, og Víkinga venjaran, Sámal Erik Hentze.
Tað var FM-venjarin, Sámal Erik Hentze, sum fór avstað við heitinum sum ársins venjari 2016. Hann hevur nú vunnið FM sum venjari fyri HB, B36 og Víking.