Hetta er vinnupolitikkur Sjálvstýrisfloksins

Sum valevni Sjálvstýrisfloksin og formaður í Norðoya Sjálvstýrisfelag skal eg boða frá, at eg ikki taki undir við fiskivinnupolitikkinum, sum formaður floksins á tingi í løtuni førir

At taka úr einari heild, er nógv nýttur framferðarháttur í politikki, men tó hevði eg ikki trúð, at okkara egnu fóru at misnýta tað, sum hevur verið vinnupolitikkur Sjálvstýrisfloksins, fyri at rættvísgera sína egnu niðurstøðu. Tað er rætt, sum okkara egni formaður hevur verið frammi og siterað úr stevnuskránni, men tað gerst avlagað og skeivt, tá ið tað verður tikið úr tí heild, sum vinnupolitikkurin hjá Sjálvstýrisflokkinum byggir á. Yvirskipaða orðingin fyri vinnupolitikk floksins sigur: “Ein hóskiligur og miðvísur vinnulívspolitikkur fyri landið eigur at tryggja øllum hondum arbeiði, og føroyskum vinnulívi eigur at verða tryggjað kappingarføri.” Men stevnuskráin sigur eisini at: “Virkað verður fyri at fremja miðvísa og burðardygga stovnsrøkt í fiskivinnuni grundað á praktiskar og vísindaligar royndir og tilmæli, og at gera greitt býti millum veiðihættir. Húkafiskiskapinum skal verða veittur best møgulig kor.”
Grava okkara egnu grøv
Við tí útspæli, sum ein meiriluti í grein 25 nevndini er komin við, eru lunnar lagdir undir einum størri arbeiðsloysi. Harafturat kann ein bara staðfesta, at flokkurin, ið eg sjálvur stilli upp fyri, ikki fylgir tí stevnuskrá floksins, sum eigur at vera støðufasta grundarlagið undir einumhvørjum flokki. Okkara umboð í grein 25 nevndini hevur sæð burt frá tríbýtta grundarlagnum í stevnuskránni (praktiskar og vísindaligar royndir og tilmæli), fyri blint at fylgja tilmælinum frá landsstýrinum.
Tá ið slíkt uppskot verður lagt fyri tingið, skulu nógv atlit takast. Vit eru enn ikki komin úr kreppuni til fulnar, og tískil er tað ómetaliga umráðandi, at vit ikki sjálvi grava okkara egnu grøv. Føroyar hevur brúk fyri, at allar hendir arbeiða, og at okkara “spískompetansa”, fiskivinnan, fær greið, virðilig og gjøgnumskygd kor at liva undir. Fyritøkur í arbeiða innan vinnuna eiga at kunna leggja langtíðar rakstrarætlanir, sum ikki verða ávirkaðar av tilvildarligum niðurskurðum. Vinnan eigur at kenna eina langtíðarloysn fyri økið, áðrenn slík grundleggjandi inntriv verða gjørd.
Sum valevni fyri Sjálvstýrisflokkin, og sum formaður fyri Norðoya Sjálvstýrisfelag, fari eg framhaldandi at halda meg til stevnuskránna og vera við til at tryggja føroyska vinnulívinum bestu kor nú og í framtíðini. Fiskivinnan er grundarlagið undir okkara samfelagið, og virðing fyri hesum eiga vit at síggja aftur hjá teimum, ið vald eru at stýra landi okkara.

Jógvan Skorheim
Formaður í Norðoya Sjálvstýrisfelag
Valevni Sjálvstýrisfloksins