Tilfeingisrentan er ikki eina milliard. Fiskimálaráðið villleiðir bæði Tjóðbankan og fólkið, sigur Jógvan Jespersen.
Stjórin í felagnum Nótaskip gevur ilt av sær í einum aftursvari til eina søgu í Kringvarpi Føroya. Mikukvøldið segði Kringvarp Føroya í einum tíðindainnslagi, at tilfeingisrentan í føroysku fiskivinnuni er ein milliard krónur, eitt tal, sum er nevnt fleiri ferðir seinastu vikurnar.
Kringvarp Føroya vísir til Tjóðbankan, sum hevur skrivað so í ársfrágreiðing síni, men Jógvan Jespersen sigur, at tað er ikki Tjóðbankin, sum er upprunaliga keldan til hesar, eftir hansara tykki, villleiðandi upplýsingar.
- Útrokningarnar eru gjørdar í Fiskimálaráðnum, og eru helst umvegis Ríkisumboðið komnar tjóðbankanum í hendi. Trupulleikin er, at her liggja ein røð av fortreytum til grund fyri roknistykkinum, sum ikki hava hald í veruleikanum, sigur Jógvan Jespersen.
Hann undrast á, at sama ráð, sum í dag sigur tilfeingisrentuna vera eina milliard krónur, í 2015 roknaði samlaða avlopið hjá fiskivinnuni hetta árið at vera 316 milliónir krónur.
Jógvan Jespersen sigur, at tølini hjá Fiskimálaráðnum eru fongd við skeivleikum. Millum annað liggur til grund fyri útrokningunum, at ein normalløn í fiskivinnuni er 400.000 krónur.
- Hetta er ein dreymamynd, sum er púra órealistisk. Við hesum manningarpørtum, hevði allur flotin ligið við brestin, sigur Jógvan Jespersen og vísir á, at um so var, skuldi lønin hjá einum dekkara verið 250.000 krónur – væl at merkja, um hann var við hvønn túr, 250 til 270 dagar um árið.
Víðari sigur Jógvan Jespersen, at Fiskimálaráðið hevur sett vanliga profittin til 6 prosent, sum er ov lágt.
- Tað er ikki nóg mikið til, at flotin verður endurnýggjaður. Harumframt hava fíggjarinntøkur av øðrum óviðkomandi virksemi verðið roknaðar upp í tilfeingisrentuna í teimum útrokningum, sum vit hava sæð. Hetta hevur sjálvsagt einki við tann dagliga raksturin í fiskivinnuni at gera, sigur hann.
Tí skilir hann lítið av, at Fiskimálaráðið at enda kemur til ta niðurstøðu, at av tilfeingisrentuni upp á eina milliard stava 652 milliónir krónur frá yvirnormalum lønum og 215 milliónir krónum frá yvirnormalum profitti, tá sama ráð samstundis staðfestir, at samlaða avlopið hjá flotanum er 306 milliónir krónur.
- Tað er ein stórur trupulleiki, at man hevur givið almenninginum fatan av, at tilfeingisrentan í fiskivinnuni er ein milliard um árið. Hetta er púra veruleikafjart. Tað er eitt álvarsmál, at tjóðbankin í síni greining vísir til hesa púra óveruligu útrokningina av tilfeingisrentuni, og at føroyskir fjølmiðlar nú vísa til tjóðbankan sum sannleikavitni fyri hesi útrokning. Fjølmiðlarnir eiga at greiða frá bakgrundidni fyri hesum roknistykki, áðrenn tað ókritiskt verður varpað út til almenningin, sigur Jógvan Jespersen.