Verkfall
Søvági:
?Hetta verkfallið er við at verða troyttandi nú, sigur Sigurd Jan Tavsen, sum eigur Tavsen Maskinverkstað í Sørvági. Hann er eins og onnur vinnurekandi í oynni farin at mekja, at vøra gongur undan, og ilt er at sleppa av við slíkt, sum flytast skal um Vestmannasund.
?Tað er ikki tí, at vit flyta so øgiliga nógv út beint nú, sigur hann. Tað var eins stór sending av alibesløgum, sum skuldi til Íslands til galvaniseringar. Men hana sluppu vit av við, beint áðrenn verkfallið byrjaði, greiðir sigurd Jan Tavsen frá.
Hann sigur, at hann eisini hevur havt eitt sindur av trupulleikum við at fáa okkurt vestur í Vágar, sum biðið er um úr Havn.
Tað skulu roynast ymsar snildir fyri at fáa alt at passa, so vøran fæst upp á pláss, sigur hann. Hon má mestsum sendast við kuréri úr Havn, um hon skal koma allan vegin vestur til Sørvágs.
Sigurd Jan Tavsen vísir á, at tað kann gerast ein trupulleiki við verandi støðu, um eitt nú eitt skip kemur á Sørvág og skal hava eina størri umvæling, sum teir annars vanliga plaga at gera.
?Hendir tað nú, kann væl verða, at vit ikki fáa hjálpt teimum, tí útgerð fæst ikki, sigur hann.
Hann sigur, at teir hava ikki biðið um nakað stórvegis av tungum tingum, men at tað kann fyri so vítt gera tað sama, tí tað flytist ikki um Vestmannasund uttan í bili við ferjuni.
Tosað hevur verið eitt sindur um at seta onkur tiltøk í verk í Vágum fyri at vísa á, at verkfallið rakar skeivt.
Men Sigurd Jan Tavsen ivast eitt sindur í, um tað ger nakran mun.
?Tað fer helst bara at gera oynna upp aftur meira avbyrgda. Og inni á meginøkinum vita fólk ikki av, at verkfall er.
?Tað er so galið, sigur hann, at onkur hevur spurt, um verkfallið ikki er av.