Hetta er toppmált av Ruth Vang

Vit mótmæla harðliga at verða brúkt sum syndabukkar fyri at Landssjúkrahúsið er so dýrt, sigur forkvinnan í pensónistafelagnum

At geva pensjónistum skuldina fyri at heilsuverkið er so dýrt, tí vit ditta okkum at gerast eldri og eldri fyri hvørt ár, er rætt og slætt toppmált.

 

Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri hægri játtan fyri at sleppa undan at seta fleiri sparingar í verk. Og í KvF hevur Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, nevniliga greitt frá, at ein orsøk til, at útreiðslurnar til sjúkrahúsverkið eru so stórar, er, at fólk liva alsamt longri. Hon vísir á, at tess eldri fólk verða, tess dýrari eru tey fyri heilsuverkið.

 

Og tað er rættiliga fallið Beatu Lindenskov Samuelsen, forkvinnu í pensjónistafelagnum, fyri bróstið og hon heldur, at hetta er rætt og slætt toppmált.

 

Hon sigur, tey í Landsfelag Pensjónista mótmælir harðliga, at limir okkara verða nýttir sum syndarar í slíkum kjaki sum hesum, sigur Beata L. Samuelsen.

 

 

– Sum ikki einaferð, verður aftur nú lagt eftir pensjónistunum. Ferð eftir ferð fáa vit at vita, at tað eru pensjónistarnir, sum eru teir stóru syndararnir, tá samfelagnum vantar pening, sigur hon í eini hvassorðaðari fráboðan 

 

– Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at Landssjúkrahúsnum vantar pening.  Men at skumpa hendan  kleppin yvir á pensjónistarnar, sum forkvinnan í Fíggjarnevndini sigur, kosta Heilsuverkinum alt ov nógvan pening, tí vit ditta okkum at gerast alsamt eldri, er toppmált, Ruth Vang, sigur hon

 

– Tað er ikki okkara skyld, at heilsuverkið kostar milliónir og aftur milliónir av krónum. Blakað heldur handan kostnaðarmikla bóltin yvir á politisku skipanina, sigur Beata Lindenskov Samuelsen.