Formaðurin í Føroya Lærarafelag er alt annað enn nøgdur, eftir at árligu landsroyndinar, sum skuldu vera mánadagin, blivu avlýstar. Orsøkin var tekniskir trupulleikar við servaranum, sum krassjaði mánamorgunin, tá umleið 1400 næmingar í 4. og 6. flokku skuldu til landsroynd.
- At landsroyndirnar, sum skuldu vera í gjár, endaðu soleiðis, er til at gráta yvir, og eg haldi meg kunn a siga, at allir skúlar eru troyttir av hesi miseydnaðu digitaliseringini av landsroyndini, sigur Herálvur Jacobsen.
Fyri fyrstu ferð skuldu landsroyndirnar hesaferð fara fram talgilt, men av tí at royndarkanningarnar við skipanini allar miseydnaðust, heitti Lærarafelagið á myndugleikarnar um at útseta landsroyndirnar. Tað ynskið bleiv ikki gingið á møti, og tað harmast formaðurin í Lærarafelagnum almikið um.
Í løtuni er hann ikki greiðir yvir, hvat nú fer at henda við landsroyndini, sum annars er lógarásett at skula fara fram hjá øllum 4. Og 6. flokkum kring landið.
- Tað einasta, vit vita frá Mentamálaráðnum í løtuni, er, at landsroyndirnar vera, men akkurát hvussu tær skulu fara fram, hava vit ikki fingið nøkur boð um, sigur Herálvur Jacobsen, sum heldur, at tað bert er ein møguleiki, um royndin skal fara fram.
- Eg gangi bara út frá, at landsroyndin má verða í pappírsformi, tí í mínum hugaheimi er tað tann einasta loysnin, sigur Herálvur Jacobsen og leggur afturat:
- Men at hava landsroyndina í pappírsformi er at bakka aftur, men eg dugi ikki at síggja aðrar realistiskar møguleikar, staðfestir Herálvur Jacobsen.