Hetta er tann nýggja tíðin

Edmund Joensen var løgmaður í 1995, tá prinsessa Alexandra og prins Joechim giftust. Tí vóru hann og konan Edfríð boðin við í brúdleypið. ?Tíðindini um hjúnarskilnaðin eru sjálvsagt keðilig, men hetta er samstundis eitt tekin um, at kongshúsið góðtekur nýggju tíðina, sigur Edmund

? Tað var ein vakran vetrardag, at tey giftust. Tað følvaði eitt sindur, og tað var ómetaliga pent, sum vit koyrdu út til Fredensborg slot, har brúdleypið varð hildið, minnist Edmund Joensen, táverandi løgmaður.
Men ævintýrið um prinsessuna og prinsin endaði ikki, sum tá varð hildið. Tey livdu nevniliga ikki lukkuligt allar dagar sínar...

Skakandi tíðindi
? Tá var tað tann heilt stóri romantikkurin í luftini. Tað var eitt stórt brúdleyp, sum veruliga fekk allan armin, greiðir Edmund frá, og skoytir uppí, at prinsaparið so í øllum førum fekk ta bestu byrjanina á hjúnarbandið, sum gjørligt.
Edmund heldur, at tíðindini um ein kongaligan hjúnarskilnað, altíð koma sum ein skelkur.
? Tú gerst altíð skakkur, tá eitt kongaligt par velur at fara frá hvørjum øðrum. Tey eru jú ímyndin av tí størsta romantikkinum, sum er. Tað er dreymurin hjá hvørjari gentu og hvørjum dreingi, at sleppa at uppliva tað, sigur Edmund Joensen.
Men hinvegin heldur Edmund, at hetta er ein ógvuliga realistisk hending í okkara parti av heiminum.
? Í vesturheiminum eru tað jú útvið helmingurin av hjúnarbondunum, sum brotna. Tey eru hóast alt vanlig menniskju, so á tann hátt er hetta ikki nakað øðrvísi enn hjá so mongum øðrum, sigur hann.
Edmund heldur, at prinsessa Alexandra og Joachim prinsur kanska ikki kunnu samanberast við meirilutin av teimum pørum, sum lata seg skilja. Tey bæði hava jú ógvuliga ymiskar bakgrundir, og koma frá tveimum heilt ymiskum mentanum.
? Tá tvey fólk av so ymiskum uppruna velja at leggja lívsleiðirnar saman, krevur tað nakað heilt eyka. Og tað er minni enn so altíð at tað er haldbart í longdini. Tað er nógv verri hjá tveimum so ymiskum fólkum at fáa tað at fungera, enn hjá tveimum við sama uppruna, staðfestir Edmund.

Nýggjar tíðir
? Hetta eru ikki nøkur stuttlig ella positiv tíðindi hjá Margretu Drotning og hoffinum at skula út við. Men samstundis er hetta júst eitt tekin um, at Danmark er eitt frítt, opið og demokratiskt land, har øll hava rætt at liva sum tey ynskja, eisini tey kongaligu, heldur Edmund.
Hann heldur, at tað als ikki er vist, at hetta fer at skaða umdømi hjá danska hoffinum, sum annars hevur verið ógvuliga sterkt og traditiónsríkt í øllum umheiminum. Tvørtuímóti heldur Edmund, at hetta kann vera eitt tekin um, at eisini danska hoffið hevur tikið við nýggju, fríari tíðini, og loyvir skilsmissum.
? Tekini, sum við hesum hjúnarskilnaðinum, verða send út í alheimin eru, at í Danmark verður eingin sópaður undir teppið. Um tey halda hetta vera tað besta, so verður tað loyvt, um tað er tungt, sigur Edmund.
Hann heldur, at Margreta drotning jú eisini kundi gjørt, sum tað varð gjørt í enska kongshúsinum, tá Charles prinsur og Diana prinsessa vórðu skild. Men Alexandra sleppur at behalda sínar titlar, hon verður fyribils búgvandi á Amalienborg o.s.fr.
? Hetta verður alt loyst í sátt og semju, á ein ógvuliga sámiligan hátt, og tað er avgjørt eitt gott signal at senda út, fyri tað danska kongshúsið. Tað, sum man fatar av hesum, er at »hetta er tann nýggja tíðin, sum vit eisini acceptera«. Men sjálvsagt er tað sera harmiligt, endar Edmund Joensen við at siga.