Høvuðsyvirskrivt mín er ein av viðmerkingunum, sum samgongulimir dagliga krógva seg undir, tá spurt verður einstakan løgtinslim um eina og hvørja avgerð, sum ikki er so heppin, og sum viðkomandi løgtinslimir ikki hóva so væl. Vit hava so mong dømi um, at so er, og her skulu bert nevnast nøkur fá mál, sum hava og fara at fáa álvasligarfylgir fyri hin einstaka og fyri kommunur.
Fyri at nevna tað seinasta skotið á stammuni fyrst eru tíðindini frá landstýrinum, at sambýliðssplássini vera nú skerd niður við 33 búplássum
Hetta er ikki til at skilja, tí fleiri kommunur hava í samráð við landsmyndugleikarnar tikið eitt ódnartak fyri at hjálpa um tørvin á røktarheimsplássum við at byggja Ellis-og Røktarheim, og kommunurnar bera jú størsta fíggjarliga íløgupartin, men lítilhjálp er í, tá landstýrið uttan kunning til kommunurnar skerjir normeringina av plássum við at niðurleggja 33 pláss.
Er ongin rakstrarjáttan til heimini, er óneyðug t at byggja tey. Tí er tað ein spurningur, um ikki kommunurnar í fyrstu atløgu eiga at steðga ætlaðu nýbyggingum av ellis-og røktarheimum, tí sum útmeldingarnar frá landstýrinum eru, hava vit onga trygd fyri, at nóg mikið av peningi fæst at reka heimini fyri.
Og tað undrar ongan, um ein útmelding kemur frá onkrum samgongulimi, at hetta kunnu vit onki gera við, tí “hetta er tað, samgongan vil”
Tað hevur havt lítla ávirkan, at m.a. Javnaðarflokkurin hevur mótmælt, og í øllum førum er so eiðasørt, at tað hevur fingið nakrar avleiðingar hvørki fyri samgongunaella nakran annan, nei, um nakrar fáar dagar er hatta gloymt, og vit fáa næstu óhepnu avgerð, so er fokus vent frá seinasta avgerð. Soleiðis var, tá landstýrið tók avgerð um, at hækka gjaldið hjá búfólkunum á sambýlum við 2.000 krónum, tá gnístu nakrir tinglimur eina løtu, so var tað gloymt. “Hetta er jú tað samgongan vil.”
Um vit so hugsa um, hvussu tey, sum eru noydd at brúka nógvan og dýran heiluvág, eru viðfarin undir hesum landstýri, er hetta ikki til at skilja, og byrðin blívur bert tyngri og tyngri fyri hvønn dag, henda samgongan situr við stýriðsvølin. Tað er lítið at siga til, at Javnaðarflokkurin fær vánaliga undirtøku í veljarkanningum , tað eru jú í stóran mun eisini teirra veljarar, sum verða raktir dag um dag. Tað er ov seint at vakna, tá valdagurin kemur.
Men hetta passar jú høgraflokkunum væl, og so leingi ongin vekt er í orðum Javnaðarfloksins, blómar høgrapolitikkur samgongunar, hann liggur jú ikki til tey veiku og gomlu. Ikki hava hesi fólk slík kor uppiborið.
Bert við t.d. at skerja játtanina til Uttanríkiðsráðið úr uml. 48 mill.kr. niður á 33 mill.kr. ella lagt Ráðið saman við annað Ráð, hevði næstan ongin av teim skerjingum, tey eldru og veiku hava verið fyri, verið neyðugar. Er tað ongin politikari í samgonguna, sum torir at seta eitt líknandi uppskot fram.
Nú mugu samgongulimir í sjálvrannsakan og gera sær sjálvum greitt, hvat alt hetta endar við, ella “Er hetta tað, samgongan vil”