Hetta vísir bara, at tit meina einki við tað, tá ið tit tosa um at leggja um til grøna orku. Tað sigur Bill Justinussen úr Miðflokkinum, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at tey, sum keypa elbil í seinasta lagi 31. desember í 2020, skulu sleppa undan at rinda avgjøld.
Hetta er ein roynd at eggja t fólki til at keypa sær elbil. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur havt uppskotið til vigerðar, og tey eru samd um at taka undir við tí. Men fleiri politikarar undrast á, at hybridbilar ikki eisini verða avgjaldsfríir. Hybridbilar hava tveir motorar, ein elmotor, og ein bensinmotor. Hybridbilar gera streym til elmotorin ímeðan teir koyra og teir brúka sostatt ikki streym frá SEV.
Og tí heita teir nú á Kristinu Háfoss um at leggja uppskot fyri Løgtingið um at hybridbilar eisini skulu sleppa undan avgjaldi. Seinast Løgtingið umrøddi málið, førdi Kristina Háfss fram, at einir 20 prosent av teimum bilum, sum verða seldir, eru hybridbilar, og skuldi landskassin eisini mist allar avgjaldsinntøkurnar av teimjm, hevði tað verðið ein dýr søga.
Hon segði somuleiðis, at harafturat vísa kanningar, at útlátið av vakstrarhúsgassum frá einum hybridbili, er ikki nevnivert minni enn frá einum diesel- ella bensinbili. Men hon segði, at hon varð sinnað at kanna um tað bar til at gera eina millumloysn, soleiðis at teir sluppu undan nakað av avgjaldinum, tí ein hybridbilur er, hóast alt, reinari enn ein bensin- ella dieselbilur.
Nú Løgtingið viðgjørdi málið í morgun, staðfesti Bill Justinussen at høvið hjá samgonguni at vísa í verki, at hon meina tað í álvara, tá ið tey tosa um at leggja um til grøna orku.
Hann veit, at Kristina Háfoss stúrir fyri at so fara inntøkurnar hjá landskassanum at minka. Men hann heldur, at er tað pengapungin, tey ræðast, mugu vit staðfestast, at so meina tey einki við alt tosið um at leggja um til grøna orku, heldur Bill Justinussen.
Hann sigur, at so er tað bara ein glæntrileikur, tá ið samgongan tosar um at leggja um til grøna orku. Tí mælir hann samgonguni til at vísa tann grøna politikkin í verki, tí keypa fleiri føroyingar hybridbilar, er tað ein munandi sparing í bensini og diesel.
Bill Justinussen vísir á, at hybridbilar eru grønari enn bensin- og diesel bilar, samstundis sum at tað er alt ov trupult at hava elbil, tí tað eru alt ov fáar løðirstøðir kring landið. Hinvegin gera hybridbilar sín egna streym, so tað er tápuligt ikki at gera teir bíligari í eini skiftisttíð, til vit hava fleiri løðistøðir.
Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vísir á, at viðhvørt er neyðugt at velja, og samgongan hevur valt at gera elbilar bíligari, tí teir eru grønir burtur av. Annars hevur Løgtingið fyribils samtykt, at elbilar verða avgjaldsfríir til nýggjársaftan í 2020, men tað skal samtykkjast eina ferð afturat, áðrenn tað er endaligt.










