Hetta er tónleikur í mínum oyrum

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum er sera fegin um nakrar av ætlanunum hjá Landsverki

– Hetta er tónleikur í mínum oyrum.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum við FM1, nú Landsverk er komin við eini fráboðan um, hvussu virksemið skal skipast hesa næstu tíðina.

Í dag boðaði Landsverk frá, at átta fólk á skrivstovuni verða søgd úr starvi, og avtala er gjørd við fýra onnur starvsfólk um at fara úr starvi. Sostatt verða 12 fólk færri í umsitingini enn tað hava verið.

Landsverk sigur, at sparingin skal brúkast til at halda vegakervið, og almennar bygningar, fyri.

Tað er eitt endamál, sum hóvar landsstýrismanninum og hann sigur, at tað er tónleikur í hansara oyrum, at umsitingin verður skerd, soleiðis at meiri peningur verður til verkligt arbeiðið kring landið.

Samstundis hevur Landsverk latið landsstýrismanninum eina frágreiðing um, hvussu stovnurin eigur at verða skipaður frameftir.

Við FM1 segði, Jørgen Niclasen, at tað er eisini ymiskt annað í ætlanunum hjá Landsverki, hann er ómetaliga fegin um, men annað ivast hann eitt sindur í. Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hvat tað er.