Hetta er stórt vónbrot hjá Brandi

Miðvallarin sá fram ímóti dystarenda gula kortið og verður leikbannaður, tá ið Føroyar fara at spæla í Parkini í Keypmannahavn, og Brandur skuldi vera á landsliðnum fyri 50. ferð

Hann er ein av bestu føroysku spælarunum, og í fyrra hálvleiki í 1-0 tapinum í kvøld ímóti Skotlandi var hann eyðsýndur. Hann stóð seg ikki eins væl í seinna hálvleiki, og saman við øllum liðfeløgunum var hann ógvuliga vónbrotin, tá ið skotar skoraðu sigursmálið.

 

Dómarin legði sjey minuttir aftrat vanligu leiktíðini. Tað vil siga, at tað vóru 10 minuttir eftir at spæla, tá ið skotar skoraðu. Men tá kendist tað sum um, at føroyska vónbrotið bar við sær, at heimamenninir ikki vóru heilt so fokuseraðir, sum teir høvdu verið.

 

Brandur H. Olsen sá gult eftir nærdyst, og gula kortið ber við sær, at Brandur verður leikbannaður, tá ið Føroyar fríggjakvøldið 12. november fara at spæla í Parkini í Keypmannahavn ímóti Danmark.

 

Brandur sá eisini gula kortið, tá ið Føroyar 28. mars taptu 3-1 í Eysturríki.

 

Tvey gul kort bera leikbann við sær, og fyri Brand H. Olsen rakar tað serliga meint, at hann verður leikbannaður, tá ið Føroyar skulu spæla í Parkini, har Brandur átti heimavøll, tá ið hann sum blaðungur fótbóltsspælari umboðaði FCK, sum eigur heimavøll í Parkini.  Brandur H. Olsen spældi í kvøld fyri 49. ferð á landsliðnum, og tað kennist sum steinur omaná byrðu, at Brandur verður leikbannaður, tá ið hann annars skuldi verið á landsliðnum fyri 50. ferð – í Parkini.