Hetta er stórt fyri meg

- Hetta er stórt fyri meg, og øgiliga stuttligt

Tað sigur nýggi, og blaðungi venjarin hjá einum av toppliðnum í føroyskum fótbólti í nógv ár, EB-Streymi

Í gjár gjørdist greitt, at nýggi EB-Streyma-venjarin verður tann bara 25 ára gamli skálamaðurin, Eliesar Olsen og hann dylir ikki fyri, at hetta verður ein onnur avbjóðing enn tað er at venja liðið hjá Skála.

 

Hóast hann er ungur, hevur hann longu royndir sum høvuðsvenjari. Síðani 2010 og inntil í summar stóð hann nevniliga á odda fyri besta liðið hjá Skála.

Men hetta verður avgjørt ein avbjóðing, sum hann ikki ræðist, sigur hann við Rás2.

- At verða venjari hjá EB Streymi á so ungum aldri, er avgjørt stórt fyri meg – og øgiliga stuttligt, sigur Eliesar Olsen, sum ikki ivast í, at spælararnir fara at virða hann sum venjara, hóast hann er yngri enn summir av teimum, eins og hann fer at virða teir sum spælarar.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyra unga venjaran greiða frá.