118 ára gomlu javnaldrarnir KÍ og HB hittast seinnapartin í Klaksvík. Hetta er triðja ferðin, at sigursvandastu feløgini í Føroyum hittast í landskappingardysti í ár. Í 9. umfari vann KÍ 2-0 í Klaksvík, og í 14. umfari vann KÍ 2-1 á Tórsvølli.
HB hevur 48 stig, og HB spælir fyri at vinna silvurkrónurnar. Tað eru tvey stig fram til Víking, sum er á øðrum plássi.
KÍ hevur tryggjað sær 20. FM heitið, og KÍ hevur tryggjað sær finalupláss í kappingini um løgmanssteypið, har Víkingur verður mótstøðuliðið á Tórsvølli leygardagin 29. oktober.
Í landskappingini er setningurin hjá klaksvíkingum nú at vera fyrsta felagið, sum í einum kappingarári spælir 27 dystir uttan at fara av vøllinum við ongum. Tað hevur eingin megnað, síðani landskappingin í 2005 varð víðkað at fevna um 27 umfør. Setningurin er eisini at vinna stigametið, sum HB eigur. Í 2018 vann HB FM við 73 stigum. KÍ hevur 68 stig. Umframt ímóti HB eigur KÍ EB/Streym á útivølli og Skála á heimavølli. Við støðutalvuni í huga sær tað út til, at størsti snávingarsteinurin fram ímóti metunum báðum er HB.
Í nógv ár hevði HB heilt gott tak á KÍ í Klaksvík, og í fjør endaði tað 2-2. Nú er tað nakað síðani, at HB vann í Klaksvík. Tað var í 2018, tá ið HB vann FM við metnógvum stigum. Tá vann KÍ í fyrsta umfari 3-0 í Gundadali, og síðani vann HB tvær ferðir í Klaksvík – 1-0 og 2-1.
Hjá KÍ kemur tað illa við, at Árni Frederiksberg er leikbannaður. Odmar Færø er framvegis illa darvaður av skaða í fótinum.
Hjá HB er landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson darvaður av skaða í rygginum. Hann var ikki í málinum mikukvøldið, tá ið Bjarti Vitals Mørk vardi HB málið í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið ímóti Víkingi, og tað er lítið sannlíkt, at hann verður førur fyri at spæla í dag. Vongverjin Heri Hjalt Mohrer ikki tøkur. Hann hevur brotið fótin og verður ikki at síggja á vøllinum aftur í ár.