Øll hava lagt merki til, hvussu nógv dýrari tað er at fara til handils tí í dag er tað ein heilt onnur søga at fylla sær ein beriposa við mati enn tað var fyri nøkrum mánaðum síðani Og nú staðfestir Hagstovan eisini, at hetta seinasta árið er prísirnir, sum heild, hækkaðir 8,8 prosent. Hagstovan hevur gjørt støðuna upp og niðurstøðan er, at hetta seinasta árið eru prísirnir hækkaðir so nógv sum teir ikki eru hækkaðir hesi seinastu 40 árini. Í 1982 var prísvøksturin 10,6 prosent.
Hagstovan sigur, at prísirnir á matvørum eru hækkaðir stívliga 10 prosent hetta seinasta árið, men annars eru eru prísirnir hækkaðir á øllum vørum. Nettupp prísirnir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum, er ein tann størsta útreiðslan í einum húsarhaldi
Annars eru prísirnir hækkaðir minst á rúsdrekka, tubbakki og í bólkinum, sum eitur heilsa.
Hagstovan sigur, at tað eru serliga prísirnir á mati, sum fara til himmals. Prísirnir á matvørum eru hækkaðir næstan fýra prosent síðani, síðani seinastu uppgerðina í mai og sostatt kostar matur nú meiri einn 10 prosent meiri enn hann gjørdi í mai mánaða í fjør.
Verður hugt nærri at, hvørjar matvørur eru dýrkaðar serliga nógv, sæst, at prísirnir á smøri, margarini og matarolju eru hækkaðir 25 prosent. Mjólk, ostur og egg eru vorðin 15 prosent dýrari og afturat hesum vørum, er eisini stórur prísvøkstur at síggja á vørum sum breyði og kornvørum, frukt, grønmeti og kjøti.
– Mest sum allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið, men prísirnir á sukri og góðgæti eru ikki hækkaðir nevnivert, tí teir eru bara hækkaðir 3,7 prosent. Sostatt er tað vorðið lutfalsliga bíligari at keypa sær góðgæti enn frukt og grønt seinasta árið.