Hetta er startskotið til loysingina

Tinglimir úr andstøðuni takka Paula Trónd Petersen fyri at hann er púra ærligur. Men onkur heldur, at hann keðir seg bara

Tað er alstórum týdningi, at vit hava ein búskapargrunnur í Føroyum, tí hetta er startskotið til loysinginna.

 

Tað staðfestir Pauli Trónd Petersen, tingmaður fyri Tjóðveldi, hendan dagin, Løgtingið samtykti at seta ein part av avlopinum hjá landskassanum í ein búskapargrunn.

 

– Hetta er dagurin, sum setir gongd á frígeringina frá danska ríkinum. Hetta er starskotið til tað frælsu tjóðina, segði hann.

 

Og Pauli Trónd Petersen segði, at fyri loysingafólk er tað ein búskapargrunnur ein partur av eini langtíðarætlan við tí endamáli at taka loysing frá Danmark.

 

Hann sigur, at so hvørt inntøkurnar hjá landskassanum hækka, skal helvtin brúkast til at lækka donsku ríkisveitingina til Føroya eftir hansara tykki, og hin helvtin skal brúkas til at bøta um vælferðina.

 

Hann sigur, at annað stigið er fólkaatkvøðan, sum verður næsta ár um eina føroyska grundlóg, og tað verður ein hin størsti dagurin í Føroya søgu. Og triðja stigið er so endaliga fólkaatkvøðan um sjálva loysingina.

 

­­

– Føroyar eru bara ein kransakakufigurur hjá dønum, sum gevur donsku stjørnini rætt til at sita til borðs við teimum stóru.

 

Hann sipar til, at Føroyar eru við til at gera Danmarkar ríki so stórt, at tað hevur eina rødd í altjóða samfelagnum.

 

– Hevði Danmark ikki havt Føroya og Grønland, hevði danska ríkið bara verið ein viðfáningar av tí, tað er nú.

 

– Búskapargrunnurin skal brúkas til at lækka donsku ríkisveitingina til Føroyar so líðandi til hon at enda verður heilt burtur, vónandi áðrenn hetta valskeiðið er runnið, segði tjóðveldismaðurin.

 

Hann sigur, at tað letur seg væl gera at fylla í búskapargrunnin, nú útlit eru fyri, at kvotur av uppsjóvarfiski hækka enn meiri.

 

Tinglimir í andstøðuni vóru skjótir at lofta endanum og at takka Paula Trónd Petersen fyri, at hann var so ærligur, at hann segði sum var.

 

Og tað var ikki sørt, at hetta fekk tinglimir í Javnaðarflokkinum at tala at og at tvíhalda um, at Búskapargrunnurin hevur einki við loysingina at gera.

 

Og bæði Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, eisini fyri Tjóðveldisflokkin, máttu traðka til, og í eini roynd at kyrra tingfólk, staðfestu tey, at loysing er ikki endamálið við einum Búskapargrunni. Tvørtur ímóti er endamálið at at hava ein grunn, so at vit hava nakað at standa ímóti við í ringum tíðum.

 

Endamálið er eisini at spara saman til komandi ættarlið. Men Kristina Háfoss legði kortini afturat, at eitt av endamálunum er at gera okkum sjálvbjargin í longdini og at gera okkum óheft av stuðuli uttaneftir.

 

Eisini Aksel V. Johannesen kyrraði tingfólk og staðfesti, at endamálið við hesum er at seta pening til síðis í ein búskapargrunn til komandi ættarlið. Og hann legði dent á, at tað verður ikki í hesi tingsetuni, at støða verður tikin til at fara úr ríkisfelagsskapinum.

 

Hann tekur sær ikki tykni av tí, Pauli Trónd Petersen hevur ført fram, tí samgongan hevur eitt samgonguskjal at halda seg til - og longri er tann søgan ikki.

 

Jenis av Rana tingmaður fyri Miðflokkin, ávaraði tjóðveldisfólk ímóti at vera so bondsk í orðum. Avleiðingin av tí kann vera, at tað fer at skapa so nógva mótstøðu ímóti nýggju, føroysku grundlógini, at fólk fara at vraka hana á fólkaatkvøðuni, og so er »komedian fullkomin«, segði hann.

 

Helena Dam á Neystabø, tingkvinna helt, at tá ið Pauli Petersen førir seg soleiðis fram, vísir hann manglandi virðing fyri sínum samgongufeløgunum, og tað fer so ikki at føra hann nærri loysingini, tí ein fortreyt fyri tí er ein haldførur búskapur.

 

Men kanska er tað so, at hann bara keðir seg eitt sindur og roynir at fáa lív í orðaskiftið, legði Helena Dam á Neystabø, afturat.