##med2##
– Sjálvandi er tað óheppið, at eitt av okkara vælevnum førir nøkur sjónarmið fram, sum ikki eru í samsvari við støðuna hjá flokkinum.
Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Hann hevur sagt, Tjóðveldi hevur ta støðu, sum støðan er vorðin, eiga Føroyar ikki at endurnýggja fiskiveiðiavtaluna við Russland.
Men hendan dagin førdi eitt av valevnunum, Eirikur í Jákupsstovu, sum eisini er skrivari hjá Tjóðveldi, fram, at fiskiveiðisamstarvið við Russland eigur at halda fram.
Høgni Hoydal sigur, at tað er altíð ein óheppin støða, at eitt valevni førir sjónarmið fram, sum ikki eru í samsvari við støðuna hjá flokkinum.
Men hann vísir eisini á, at Eirikur í Jákupsstovu býr í Klaksvík og hann skilur væl at hann stúrir fyri avleiðingunum, tað hevði fingið fyri Klaksvík at samstarvið við Russland verður slitið.
Tað hevði nevniliga fingið stórar avleiðingar fyri Klaksvík, tí í høvuðsheitum eru tað skip úr klaksvík, sum fiska kvotuna, vit fáa frá Russland. Verður samstarvið slitið, hevði tað sostatt sviðið fast hjá reiðarum, manning og arbeiðsfólki.
– Hetta er eitt álvarsmál og eg skilji fullvæl at verður tikið fram í valstríðnum, og eg skilji eisini væl, at sjónarmiðini eru ymisk, sigur formaðurin í Tjóðveldi. Men hann leggur afturat, at hann hevur gjørt greitt, at valevni skulu ikki fara í sjálvdrátt í slíkum málum, tí flokkurin skal hava eina felags støðu.
Samstundis staðfestir hann eisini, at eingin skal ivast í, at Tjóðveldi hevur eina greiða støðu til málið. Og tann støðan er, at sum støðan er nú, eigur fiskivinnusamstarvið ikki at verða endurnýggjað.
Høgni Hoydal sigur, at moralskt er tað lætt at taka støðu. Men í verki er tað ein sera torfør avgerð, tí verður einki annað sett ístaðin, fer tað atr fáa álvarsligar avleiðingar fyri ávís øki í landinum, fyrst og fremst Norðoyggjar.
Tí verður tað samstundis ein ófrávíkilig treyt, at tey, sum verða fyri missi av hesum, fáa aðrar møguleikar so at tey ikki standa við sviðusoð, sigur hann.
– Eg veit væl, at hetta er ein sera trupul støða, tí tað er lættari sagt enn gjørt hjá skipunum at leggja um til annan fiskiskap. Men tað letur seg gera, tí tey kunnu ikki standa eftir við ongum, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at tað, vit fáa frá russarum, og tað, russarar fáa frá okkum, gongur nøkunlunda upp í krónum og oyrum, so tað letur seg eisini gera, at syrgja fyri, at tey økini, sum verða rakt at at enda fiskiveiðisamstarvið við Russland, fáa fíggjarligt endurgjald fyri tað. Men akkurát hvussu tað kann gerast, dugur hann ikki at siga í løtuni.
Annars átalar Høgni Hoydal, at sitandi landsstýrið ikki hevur gjørt nakað fyri at fyrireika okkum upp á, at vit kundu koma í hesa støðuna. Tvørtur ímóti er avgerðin løgd yvir á tað komandi samgonguna, men skotbráið er stutt, so tað verður ein tung uppgáva - men tað má gerast.
Hann leggur afturat, at tað vit eiga eisini at fyrireika okkum upp á, at fiskivinnusamstarvið við Russland kann enda av orsøkum, vit onga ávirkan hava á.
– Vit vita ikki, hvørja støðu Russland hevur, ella um støðan versnar úti í heimi, við teirri avleiðing, at fiskiveiðisamstarvið við Russland ikki kann halda fram.
– Men so mikið meiri átaluvert er tað, at landsstýrið ikki hevur gjørt nakað sum helst fyri at fyrieika okkum til hesa støðuna, sigur formaðurin í Tjóðveldi.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Høgna Hoydal greiða frá











