Fullveldi
? Hetta er stór skomm. Eg kann ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at fólkaflokkurin ongantíð hevur meint nakað við fullveldi, men hevur spælt sjónleik, líka síðani samgongan varð skipað.
Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri miðflokkin, sigur, at tað er onki hent, sum kundi fáa Løgmann at bakka so dyggiliga og at leypa frá avgerðini um at halda fólkaatkvøðu 26. mai.
? Tað er ikki langt síðani, at vit sótu í Kjaktorginum í útvarpinum og tíðindamaðurin førdi fram at "....Nyrup sigur....."
? Løgmaður kveistraði hann til viks, at tað var ikki Nyrup, sum gjørdi av, hvat vit atkvøddu um í Føroyum.
? Síðani er onki nýtt komið fram, sum kann elva Løgmanni og fólkaflokkinum til at bakka, sigur Jenis av Rana. Tí kann hetta ikki merkja annað enn, at fólkaflokkurin hevur spælt sjónleik alla tíðina.
Løgnar royndir
Hann sigur, at tað er langt síðani at hann ásannaði, at tað komst ikki longur við samráðingum og longu í juni í fjør mælti hann til at halda fólkaatkvøðu.
? Síðani hevur landsstýrið gjørt ymsar løgnar royndir at lumpa danir til at fáa eina longri skiftistíð, men hetta haldi eg er grov undirmeting av dønum, tí sjálvandi gjøgnumskoða teir slíkt.
Jenis av Rana sigur, at tað, sum nú liggur næst fyri, er, at samgongan verður umskipað, so at tjóðveldisflokkurin fer út og javnaðarflokkurin fer inn.
? Javnaðarflokkurin stendur fult tilbúgvin og tað er eisini tyðiligt, at sjálvstýrisflokkurin hevur broytt støðu fyri at gera seg til reiðar fyri at vera við í eini samgongu ímillum fólkaflokkin, javnaðarflokkin og sjálvstýrisflokkin.
? Fríggjadagin stóð sjálvstýrisflokkurin øksl við øksl við tjóðveldisflokkin í spurninginum um fólkaatkvøðu, men nú er hevur hann broytt støðu so at hann tykist at hava nærkast fólkaflokkinum.
Sjálvur heldur Jenis av Rana, at tað ruddiligasta hevði verið at hildið nýval, so at veljarin slapp at fella sín dóm.
? Tað, sum nú er hent, er eitt punktum fyri teirra høvuðsmál í politikki, og tí eigur fólkið at sleppa at tala.
Hann sigur, at sjálvur hevur hann styðja fullveldisætlanina, men eftir tað, sum nú er hent, veit hann ikki.
Men um samgonga verður umskipað, veit hann ikki.
? Teir skulu fáa arbeiðsfrið fyri mær. Men eg veit ikki, hvat er eftir at semjast um, uttan tað, sum hevur borið til alla tíðina, nevniliga at yvirtaka ymisk málsøki so hvørt.
? Og nú orðið fullveldið ikki so mikið sum skal nevnast, dugi eg ikki at síggja, at nakað serligt er at samráðast um, sigur Jenis av Rana.