Hetta er ússaligt at bjóða suðuroyingum

Dúgvan er tað einasta, vit hava at bjóða suðuroyingum og tað er harmiligt, sigur stjórin á Strandferðsluni

Suðuroyarsiglingin

Tað skuldi ikki meiri enn ein túrur til fyri at sannføra Strandferðsluna um, at estlendska ferjan, Scania, er óbrúkilig at sigla við ímillum Suðuroynna og Havnina, sjálvt í góðum veðri.
Nú Smyril er í dokk, ætlaði Strandferðslan at brúka Scaniu at sigla ímillum Suðuroynna og Havnina, men hon sigldi bara tann eina túrin týsdagin, so mátti hon gevast.
Sostatt var onki at gera hjá Strandferðsluni enn at seta Dúgvuna í sigling ímillum Havnina og Suðuroynna.
? Tað er onki nýtt, at Scania er eitt vánaligt skip at brúka ímillum Suðuroynna og Havnina, tí tað hava vit vitað alla tíðina, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni.
Men hann sigur, at støðan hjá Strandferðsluni var púra greið.
?Antin tóku vit Scaniu, ella høvdu vit onki skip yvirhøvur, tí hon var einasta skip, sum tað bar til at fáa.
Stóri vansin við Scaniu er, at hon hevur ongi festi í biladekkinum at surra lastbilar og bingjur í. Samstundis hevur hon ikki stabilisatorar og tað ger, at hon rullar nógv verri enn Smyril.
?Men vit vildu kortini vita um tað bar til, nú tað er komið so langt út á várið og veðrið er farið at batnað, sigur Reidar Nònfjall.
Men longu eftir tann fyrsta túrin, mátti skiparin ásanna, at tað er óforsvarligt i at føra bilar og farm til Suðuroyar við Scaniu, tí hóst veðrið var gott týsdagin, rullaði hon so illa, at vandi er fyri, at bilar og farmur fara at rósa á biladekkinum.
Strandferðslan gjørdi tískil av at seta Scaniu aftur í sigling um Leirvíksfjørð og at lata Dúgvuna røkja siglingina um ímillum Havnina og Suðuroynna. Dúgvan hevur festi í dekkinum og tí ber eisini til at føra farm við henni.
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at hann er fullgreiður yvir, at hetta er ússaligt at bjóða suðuroyingum.
? Men Strandferðslan fær onki gjørt, tí sum støðan er, er tað ómøguligt at fáa hóskandi avloysaraskip.
?Vit høvdu ætlað at havt eitt avloysaraskip á sama støði sum Smyril, men tað er ómøguligt at úvega, soleiðis sum politiska skipanin er. Sí eisini greinina ?Koma í somu neyð hvørt ár? aðrastaðni í blaðnum.

Helvtina minni
Dúgvan tekur bara 46 persónbilar og tað er ikki meiri enn gott helvtin av tí, sum Scania tekur, tí hon tekur 80. Smyril tekur 110-120 bilar.
Sostatt tekur Smyril hvønn túr meiri farm, enn Dúgvan fær ført tilsamans teir báðar túrararnar, hon siglir ímillum um dagin.
? Men skuldi tað gjørst alneyðugt, hava vit møguleikan at leiga Clare at sigla suður við farmi ein túr um vikuna, ella so, tá ið hon annars ikki siglir.



?