Rundferð
Runavík: Ein sera spennandi tíð stendur fyri framman. Ikkier ov nógv sagt, tá hildið verður, at um olja verður funnin undir Føroyum, kann tað kollvelta alt føroyska samfelgð.
Ein teirra, sum er ógvuliga áhugaður í, hvussu fer at ganga við leitingini, er havnarnevndarformaðurin í Runavíkar Kommunu Kári P. »Pos Højgaard. Og Tað hevur hann væl alla grund til, tí hann hevur sum bæði kommunalpolitikari í útgerðarhavnini, og nú eisini landspolitikkari, avgjørt fingurin á pulsinum.
Vit hittast uttan fyri posthúsið í Saltangará, sum tann 1. august í ár hevur veirð arbeiðspláss hansara í 30 ár. Men nú hann er svorðin bæði býráðslimur og løgtingsmaður, hevur hann søkt fyribils farloyvi frá postverkinum. Hann ætlar sær tó at ganga við posti tann 1. august, sigur hann, men fer síðan í summarfrí. Og so er eisini eitt sindur av avspáking, sum skal fáast av vegnum. Tá tað er avgreitt, bygjar farloyvið.
Kári er prátingarsamur og kennir heilt nógv fólk, sum vera man. Hevur gingið inn á gólvið hjá teimum øll hesi árini. So tað er ikki bara sum at siga tað at koma avstað á ta avtalaðu rundferðina í Runavíkar Havn, sum gongur livandi øll sum hon er.
Framtíðin
Tað liggur eitt grønt veitingarskip undir Høgabóli. Teir taka útgrer, sum skal umborð á Sovereign Explorer.
?Hygg, Nú er ævintýrið longu byrjað, sigur Kári heldur enn ikki errin. Hatta verður lagið komandi áirni, er hann vísur í.
Einir tríggir ungir menn í eyðsýndum ketildraktum og hjálmi á høvdinum ganga millum stakkar av tjúkkum, longum rørum, sum liggja á avbyrgdar økinum innan fyri har, sum veitingarskipið liggur. Teir hjálpa til at fáa hesa útgerðina, sum nýtast skal til boringina, umborð á skipið, sum førir hava út til boripallin har suður eystur av Munkagrunninum.
?Tað er longu farið at dryppa á vinnuna í býnum, greiðir Kári Højgaard frá. Bæði smiðjur og radiohandlar hava longu avgreitt onkran ordra umborð á teimum fyrstu veitingarskipunum, sum hava verið her. Og ivaleyst er onkur bitin provianteraður eisini, heldur hann. Vatn og olju taka tey, so tað er, sum tað eigur at vera. Og um dagarnar frættist, at longu nú hevur boripallurin suðuri í havi havt boð eftir føroyskum sveisarum at arbeiða umborð.
Longur inni á firðinum liggur ein sandbátur og slær steyrar niður í havbotnin fram við landi. Teir gera nýggja atløgubryggju, sum er partur av útbyggingarætlanini hjá Runavíkar Kommunu.
Tá handan útbyggingin er liðug helst allarfyrst í komandi árið, veðrur alt virksemið í samband við farmaflutning og oljuvinnu flutt norður har, greiðir Kári Højgard frá.
Tá verður havnin býtt í tvey, soleiðis at alt, sum hevur við fiskivinnuna at gera, verður í sunnara parti, meðan restin verður norðanfyri.
Fara hógliga fram
?Nú skulu vit ansa eftir, at vit ikki forkoma verandi vinnu, hóast oljuvinnan avgjørt fer at síggjast aftur, sigur Kári Højgaard, meðan vit flyta okkum út eftir bryggjuni, har einir tveir ísfiskatrolarar liggja og landa til Beta. Tað liggja eisini einir tveir aðrir úti við Fiskavirking í somu ørindum.
?Tað er sea umráðandi, at vit ikki gloyma fiskivinnuna í øllum spenninginum, hedur havnarnevndarformaðurin og greiðir frá, at Runavíkar Kommuna arbeiir ítøkiliga við at betra um umstøðurnar hjá fiskivinnuni á staðnum.
Tá havanarútbyggingin norður eftir komin undir land, verður farið undir at taka sunnanast pakkhúsið niður og byggja eina høll til fiskamóttøku á staðnum, sigur Kári Højgaard. Tað skuldi gjørt tað uppaftur arbeiðsligari hjá fiskivinnuni í havnini, heldur hann.
Teir, sum standa fyri fiskivinnuni á staðnum, hava heldur ongar ætlanir um at gevast, hóast oljuvinnan fer at menna seg. Til dømis hevur Beta tveir nýgjgar trolarar ávegis.
Og uppi í býnum er eisini virksemi, vísir Kári á. Ein nýggjur skrivstovubygningur er júst um at vera liðugur. har fer ivaleyst okkurt at detta niður frá oljuvinnuni eisini.
Politikkari burturav
Kári »Post« ætlar sær at gerast politikari burturav. Í hvussu er hetta, sum eftir er av Løgtingsvalskeiðnum.
Hann hevur tikið sæti á tingi, nú Sámal Petur í Grund er vorðin landsstýrismaður. Og tingarbeiðið saman við býráðsarbeiðinum er fulltíðarstarv, sigur hann.
Hann er formaður í havnarnevndini í Runavík, og í Løgtinginum er hann limur í fíggjarnevndini og vinnunevndini, eins og hann er limur í Útnorður Ráðnum.
Tað eru so mikið tungir nevndarsessir, at tað man fara at verða ivaleyst at gera við tí, heldur Kári.
Vit koyra víðari eftir havnarlagnum og koma út í Rók, har smiðjur av ymsum sløgum eru.
har standa eisini bátar uppi á landi, og í einum teirra er ein eldri maður í ferð við at mála innanborðs.
Kári fer úr bilinum, og fer at práta við hendan gamla. Tað er pápi hansara, og sannað verður enn einaferð, at ikki hevur Kári frásagnarkunstin eftir fremmandum. Meinhard gamli er , sum maðurin segði «óbetaliligur« tá hann fer í gongd við sínum skemtisøgum.
Men tað ber heldur ikki til at standa allan dag og flenna eftir teimum báðum, hóast dagurin lættliga kundi farið við tí.
Vit koyra inn aftur á posthúsið, har Kári fer av og inn í egnan bil. Væl saktans til einhvørja nýggja politiska uppgávu. Ella kanska út í Rók at hjálpa pápanum at mála tiljur.