Hetta er so ússaligt at tað kann ikki verða verri

Sambandsflokkurin er so forstokkaður, at tað bar ikk til at semjast sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum

– Tað er stórur munur á at gera politiskar rossahandlar og at hava hegni til at gera eina politiska semju.

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, var hvassorðaður ímóti Sambandsflokkinum í Løgtinginum, beint áðrenn farið var í jólafrí.

 

Nú fíggjarlógin hevur verið til viðgerar, hevur Sambandsflokkurin aftur og aftur skuldsett samgonguna fyri at gera rossahandlar av ymsum slagi við Sjálvstýrið og Sonju, fyri at fáa meiriluta fyri fíggjarlógini.

 

– Hetta er so ússaligt, at tað verður ikki verri, sigur Poul Michelsen. Hann staðfestir, at tað er stórur munur á at gera rossahandlar og at hava hegni til at gera politiskar avtalur. Hann vísti eisini á, at sjálvsagt, fara Sjálvstýri og Sonja Jógvansdóttir ikki í eitt samstarv við samgonguna, uttan at tey fáa nakað aftur fyri – serliga ikki eina samgongu, sum annars ikki hevur meirilutan.

 

Tí helt Poul Michelsen, at tað er lítið høpið í at Bárður á Steig Nielsen áhaldandi hevur funnist at Javnaðarflokkinum fyri at hava verið við til at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini. Veruleikin er tann, at høvdu Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, ikki slept nøkrum av sínum krøvum, var ongin semja yvirhøvur, sigur Poul Michelsen.

 

Hann vísir á, at Sambandsflokkurin hevur eisini eina ábyrgd sum andstøða, men hann er so forstokkaður, at tað hevur forðað fyri semjum í teimum høvuðsmálum, samgongan hevur havt, nevniliga fiskivinnunýskipanin og pensjónsnýskipanin.

 

– Sambandsflokkurin hevur málað seg upp í ein krók og tí hann hevur alla tíðina tvíhildið um tey minstukrøv, hann hevði. Sambandsflokkurin hevur eisini ført fram, at tað var rættiliga lítið, sum skilti flokkarnar. Tað kann væl vera at tað var lítið, men tað var nokk til at forða fyri semjuni, sigur Poul Michelsen.

 

Sostatt gevur hann Sambandsflokkinum skyldina fyri, at semja ikki fekst um fiskivinnunýskipanina og pensjónsnýskipanina, tí var Sambandsflokkurin ikki so forstokkaður, hevði hann givið seg eitt sindur.

 

– Men Bárður Nielsen var ikki nøgdur, fyrrenn samgongan hevði mist alt, soleiðis at púra einki var eftir í upprunaliga uppskotinum, sigur Poul Michelsen. Men ongin semja kann fáast við, at annar parturin skal fáa alt og hin parturin skal missa alt.

 

Kortini leggur hann afturat, at tað eru aðrar semjur, sum skulu gerast, og tað er brúk fyri at Sambandsflokkurin tekur ábyrgd og ikki útihýsir seg sjálvan. Og hann heldur enntá, at Sambandsflokkurin hevur eina skyldu til at taka lut í politiska arbeiðnum og ikki bara at mála seg upp í ein krók, har hann kann tanda og rópa.

 

Hann leggur afturat, at í sambandi við semjur, hevur hann langt síðani mist allar vónir um at fáa eina semju við Fólkaflokkin.