Tað gekk aftur galið við landsroyndunum í dag, og tað hevur fingið landsstýriskvinnuna í skúlamálum, Rigmor Dam, at steðga landsroyndunum í ár og taka tær púrasta av skrá, hóast tað er lógarkrav.
Men landsstýriskvinnan metir tað so mikið óheppið, at hon ikki kann liva við tí longur.
- Vit mugu hyggja eftir hvat vit nú gera, tí hetta ber ikki til. Hendan skipanin livir ikki upp til okkara krøv, sigur Rigmor Dam við Rás2 og heldur fram.
- Grundleggjandi er tað ikki gott nokk, at man blívur við at órógva skúlarnar og næmingarnar upp á hendan mátan. Vit eiga at fáa hetta at rigga í 2017, og tað er sera álvarsamt, at vit spilla tíðina hjá okkara børnum soleiðis, sigur Rigmor Dam.
Hon og stjórin í Próvstovuni eru samd um, at tey nú hava mist álitið á veitaran og á kt-skipanina, sum hevur verið nýtt.
- Vit mugu eftirmeta hetta aftur nú, men higartil mugu vit so staðfesta, at vit ikki longur hava álit á veitaranum, sigur Rigmor Dam.
Síðani tíðindini bórust um avlýstu landsroyndirnar her á in.fo í morgun hava tvey tingfólk sett landsstýriskvinnuni fyrispurningar um støðuna. Fyrstur var Bill Justinussen og síðani hevur Óluvá Klettsgarð eisini boðað frá fyrispurningum á tingi til Rigmor Dam.