Í morgun fekk løgreglan boð um, at onkur hevði dripið tvær kaninur við eini hús beint við háskúlan í Hornabø í Tórshavn. Kaninirnar vóru í einum búri, sum var gjørt til endamálið, men tað var koppað og kaninurnar lógu deyðar.
Løgreglan sigur, at kanningar á staðnum hava ikki enn ført til nakra handtøku, men ein luftbyrsa, og aðrir lutir, eru funnir beint við.
Tað er ikki endaliga staðfest, hvussu kaninurnar eru deyðar, men mett verður ikki, at tað eru hundar, sum hava tikið tær, tí so høvdu tær verið verri hagreiddar. Byrsan og lutirnir verða nú kannað fyri at vita um tað fer at hjálpa løgregluni at avdúka gerningsmennirnar.
Hinvegin hevur løgreglan nú tikið tveir ungar dreingir, sum eru undir illgruna, og teir eru til avhoyringar í løtuni. Teir hava ikki játtað seg sekar.
- At drepa húsdjór hjá øðurm er sera álvarsamt og ódámlig, sigur løgreglan.
Tí heitir løgreglan á fólk, sum hava sæð, ella hoyrt okkurt, um at siga frá.










