Vit kunnu ikki arbeiða í blindum og tískil mugu vit kenna treytirnar í eitt ár fram, siga línumenn.
Tað halda tey í Felagnum Línuskip, nú Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um fiskidagar. Men talan er ikki um fiskidagar í eitt ár fram, sumleiðis sum vanligt er, men bara í teir fýra mánaðirnar frá september til nýggjárs.
Tað ber ikki til at leggja til rættis í blindum og tí mugu vit kenna okkara vinnuviðurskifti í eitt ár fram, siga línumenninir. Sostatt halda teir, at tað er sera óheppið at ætlanin nú er at áseta fiskidagar fyri eitt fýra mánaðir tíðarskeið.
Teir vísa á, at talið á línuskipum er nógv minkað, og at fiskidagarnir eru alsamt skerdir og tí er umráðandi at tey feløg í nú eru eftir, fáa rímiligar arbeiðsumstøður, siga tey í felagnum fyri línuskip.
Teir vilja eisini sleppa at royna aftur við línu á Føroyabanka, soleiðis at skipini fáa einar 10 dagar á bankanum í part.
– So vit kunnu fylgja gongdini á bankanum og fáa neyðugu vitanina um støðuna á bankanum, siga tey í Felagnum Línuskip.