Brekøkið er ikki ein partur av verkætlanini, og tað er sera álvarsamt. Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum
Hon heldur, at tað er lætt at fáa eyga á fyrimunirnir við at talgilda Føroyar.
Talgildu Føroyar er ein verkætlan, sum skal savna allar almennar talgildar tænastur á einum stað, og harvið gera tænastuna lættari, betri og bíligari fyri samfelagið og borgaran.
Men á fundi við verkætlanarbólkin, hevur MBF staðfest, at brekøkið enn ikki er hugsað sum partur av verkætlanini.
- Hetta er sera álvarsligt, sigur Tóra við Keldu.
- Hetta gevur MBF nógvar ósvaraðar spurningar. Hvussu er við atkomu fyri tey, ið hava kognitiv brek og tey, ið hava niðursettan førleika í armum og hondum, ella tey, ið eru blind, deyv og lesiveik, spyr hon.
- Og hvat verður gjørt, um onkur ikki er førur fyri at umsita talgilda samleika sín, spyr hon eisini.
Hon vísir á, at MBF varð boðið við á framløgurnar um Talgildu Føroyar í gjár
- Men trupulleikin var, at tað, sum MBF skuldi bera fram, skuldi stýrast av verkætlanarbólkinum. Eisini metti MBF, at alt ov nógvir ósvaraðir spurningar vóru viðvíkjandi brekøkinum og tí førdi MBF av ikki at vera við.
- Vert er kanska eisini at viðmerkja, at nú verkætlanin alment varð løgd fram, var ongin teknmálstulkur bílagdur. Deyv í Føroyum høvdu tí onga atgongd til framløguna í gjár, sigur Tóra við Keldu.
Trýst HER og les meiri um, hvat Tóra við Keldu metir um verkætlanina um at talgilda Føroyar