Hetta er selskapstøming

Jógvan Jákupsson er sera beiskur inn á leiðsluna av kollapsaðu Dimma­lætting, sum hann heldur fremur selskapstøming við sínum framferðarhátti

Leo Poulsen

Tað eru eingi blíð orð, ið Jógvan Jákupsson, fyrr­ver­andi starvsfólk á Dimma­lætt­ing, hevur um sína gomlu leiðslu.
- Eg legði serliga til merk­is, at hetta nýggja felagið, sum Árni Gregersen hevur stovnað, D Media, hevur flutt allar ognir, tað eru teldur og borð, yvir í nýggja felagið, og har liggur so lønarkravið hjá nýggja stjóranum, Árna Gregersen, sigur Jógvan Jákups­son.
Nú er so líkt til, at hansara lønarkrav skal hava serlig­an framíhjárætt.
- Og tað merkir, at um ognirnar verða seldar, skal pen­ingurin brúkast til at gjalda hansara løn og ikki lønirnar hjá hinum starvsfólkunum. Og hetta verður gjørt meðan teir vita, at felagið er á veg í skiftirættin, og tað ljóðar fyri mær sum selskapstøming um nakað, sigur Jógvan Jákupsson.
Hann dugir sjálvandi ikki at siga, um ætlanin verður broytt.
- Men tað ljóðar í hvussu er ógvuliga illgrunasamt í mínari verð, sigur Jógvan Jákupsson.
Virðini eru fyribils upp­gjørd til 150.000 krónur.
- Tað ljóðar ikki nógv. Eina­ferð átti fyritøkan bæði hús og prentsmiðju, men har er ikki nógv eftir nú. Alt er flutt yvir í nýggja felag­ið, og tey virðir, ið liggja í tí fel­agnum, skulu nýtast til at gjalda løn til Árna Greger­sen og bara hann, sigur Jógv­an Jákupsson.

Rætta upp
Á skiftisrættarfundi­num kom fram, at starvs­fólk­ini ikki skuldu vænta nak­ra høga div­id­endu, helst 5%, møgu­­liga 10%.
- Tað sigur mær somik­ið, at um nakar fær nakað sum helst frá ALS, so dekkar tað ríki­liga tað, ið vit annars kundu fingið frá Dimma­­lætt­ing, sigur Jógvan Ják­ups­­son.
Fyri onkran, sum hevur fingið starv longu aftur, fer tað kanska at gera eitt sind­ur av muni.
- Tað er ikki nógv, men tað er tað, tað er, og fólk skulu hava tað, tey eiga, sigur Jóg­van Jákupsson.
Vónirnar um at fáa nak­rar pengar eru kortini ikki stórar hjá fyrrver­andi Dimmuarbeiðaranum.
- Beint nú snýr tað seg ikki um at fáa pengar, beint nú snýr tað seg um at fáa rudda upp í tí, sum ikki hevur ging­ið rætt fyri seg í alt, alt ov langa tíð, sigur Jógvan Jákupsson eftir skiftirættarfundin týs­morg­unin.