Tað var 38 ára gamli niðurlendingurin, Johan Jacobus Kootte, sum síðstu nátt læt lív nærindis Longyearbýnum á Svalbard, tá ein ísbjørn leyp á hann, meðan hann og onnur lógu í tjaldi á kampingplássinum nærindis floghavnini í býnum.
Virkandi sýslumaðurin á Svalbard, Sølvi Elvedahl, sigur, at Johan Jacobus Kootte var á lívi, tá tey komu á staðið, eftir at tey á sýsluskrivstovuni høvdu fingið fráboðan um hendingina. Men, tíverri doyði maðurin stutt eftir.
Sum skilst, er talan um eina ísbjørn, sum hevur reikað í økinum. Roynt hevur verið at ræða hana burtur, tá hon er komin nær fólki. Sølvi Elvedahl heldur, at tey hava gjørt tað, tey kundu. Hinvegin kann eingin kenna seg vísan í, at ísbjarnir ikki koma til Longyearbýin.
Virkandi sýslumaðurin sigur, at trygdarviðurskiftini kring kampingplássið fara at verða tikin til umrøðu eftir syrgiliga tilburðin síðstu nátt.
Tríggir týskarar, ein norðmaður, ein finnlendingur og ein italiumaður búðu eisini í tjaldi á kampingplássinum, tá hendingin fór fram. Sýslumaðurin sigur, at eingin av teimum hevur fingið likamlig mein, men heilsustarvsfólk hava verið um tey.
Vitnini til hendingina síðstu nátt hava sett saman nakrar reglur, og her siga tey nøkulunda soleiðis:
- Vit, sum yvirlivdu, eru øll nógv merkt av hendingini á kampingplássinum. Tankarnir fara til familju og vinir hjá tí, sum læt lív. Vit heita á miðlarnar um at virða tørvin hjá okkum at syrgja yvir vinin, sum er farin.
At enda í brævinum takka tey fólkinum í Longyearbýnum og sýslumanninum fyri stuðul eftir tilburðin. Virkandi sýslumaðurin sigur, at tað var eitt av vitnunum, sum megnaði at skjóta ísbjørnina, sum seinni varð funnin deyð á parkeringsplássinum við floghavnina.