Fyri nógvar av fótbóltshyggjarunum kring heimin eru tað uppgerðirnar millum Liverpool og Manchester United, ið telja mest. Men í býnum Liverpool, er tað ein grannauppgerð, ið hevur størri týdning. Tað er uppgerðin millum Everton og Liverpool.
– Hetta er sanna grannauppgerðin í Liverpool, men tað er sjálvandi nógv broytt síðani Manchester United byrjaði at vinna so nógv og Everton misti stevið, sigur David Dowie.
Íðni Everton viðhaldsmaðurin er høgur av vøkstri, fyllur nógv og minnur í nógvar mátar um eina stereotýpu av einum enskum hooligans. Hann er tó blíður av sinni og arbeiði hjá honum sum ítóttarvertur á Radio Merseyside hevur fingið hann at balansera sínar meiningar í mun til fyrr.
– Um Everton var einsamalt lið í einum býi, so hevði Everton verið eitt stórlið í Onglandi. Vit hava fjórðríkastu søguna í enskum fótbólti, men av tí at vit deila býin við Liverpool, so síggja fólk okkum sum eitt lítið lið, forklárar David Dowie at sindur argur á málinum.
Everton ongar pengar
Rundan um Goodison Park er gjørd ein myndarøð, sum avspeglar søguna hjá Everton. Fram til 1987 eru myndir av enskum meistaraheitinum og teimum stóru sigrinum úti í Evropa. Síðani eru bara myndir av metkeypum – frá Daniel Amokachi í 1992 til Marouane Fellaini í 2008 – og døgum tá Everton í evstu løtu hevur bjargað sær undan niðurflyting. Í nógvar mátar hevur Everton ikki megnað at umstillað seg til Premier League fótbólt og øllum tí sum fylgir við.
– Vit vunnu meistaraheitið so seint sum í 1985 og 1987, men nú hava vit ongar pengar. Núverandi eigarin, Bill Kenwright, roynir at selja felagið. Tað er bara ikki sum at siga tað. Hygg bara eftir eitt nú Portsmouth, Notts County og Liverpool við seinastu eigarinum, tey eru øll farin í hundarnar eftir sølu, sigur David Dowie heldur uppgevandi á málinum.
– Fleiri meta ikki Bill Kenwright verða rætta mannin at selja felagið, men tað haldi eg. Hann er hóast alt ein Everton viðhaldsmaður. Ella tað velji eg at trúgva, sigur David Dowie.
Vilja hava nýggjan leikvøll
Everton hevur í fleiri ár roynt at fingið ein nýggjan leikvøll, men hvørja ferð er okkurt komið í vegin. Fyrst í hesi øldini var talan um »Kings Dock« leikvøllin, ið skuldi byggjast á kenda Albert Dock økinum í Liverpool. Fyri fáum árum síðani skuldi Everton lata leikvøll byggja í Kirkby, men eisini hendan ætlanin var steðga av býráðnum.
– Eg dugi ikki at síggja, at Everton verður selt fyrr enn teir hava bygt ein nýggjan leikvøll, sigur David Dowie, sum undan grannauppgerðini hevur gjørt samrøðu við fleiri Everton og Liverpool leikarar.
Reytt kort ávirkar dystin
Til sjálvu grannauppgerðina er ongin kærleiki millum vinir og kenningar, um teir ikki eru í somu litum. Dysturin er ikki byrjaður tá síðumaðurin gevur ilt av sær.
– Hasir idiotarnir skulu taklast frá byrjan, ýlur hann frá »Top Balcony« sum ovasti parturin á aðru langsíðuni eitur.
Løtu seinni hoyrast Liverpool viðhaldsfólkini syngja eyðkenda You’ll Never Walk Alone sangin, men hann er illa nokk byrjaður, so svara øll í bláum aftur við sínum sangi.
Fyrstu løtuna er dysturin og stemningurin so intensur sum hann kann blíva. Hvør takling, avlevering og døming verður vigað, og dómurin skralaður út yvir vøllin.
Um miðjan fyrra hálvleik fær Everton miðvallarin, Jack Rodwell, reytt kort fyri at takla Luis Suarez. Heilt frá Top Balcony er greitt, at talan als ikki er um takling, ið skal geva reytt kort. Her eftir er nokk best ikki at umseta ella endurgeva nakað av tí, sum dómarin fær omanyvir seg frá Everton viðhaldsfólkunum.
Liverpool avgerð
Stutt fyri hálvleik fær Liverpool brotsspark og aftur er tað Luis Suarez, ið verður taklaður. »Snýtari« brøla øll tey í bláum eftir Liverpool framherjanum. Amerikumaðurin í Everton málinum, Tim Howard, bjargar brotssparkinum og so brøla tey; USA, USA!
Everton megnar at standan ímóti til seinni hálvleikur er hálvrunnin. José Enrique leggur bóltin innfyri til útskeldaða Andy Carroll, sum skorar. Hann rennur framvið baklinjuni við armunum út til síðuna, meðan Everton viðhaldsfólk í øðini kasta bæði fløskur, hotdog pappír og annað eftir honum. Eisini seinni í dystinum fær Luis Suarez somu viðferð. Hetta er ikki so vanligt at síggja í enskum fótbólti, men hetta er nú heldur ikki nakar vanligur dystur.
Liverpool vinnur dystin 2-0. Luis Suarez økir eftir at Everton verjan ikki fæ rrudda burtur.
Framtíðin hjá Everton
– Eg havi tol at bíða í nøkur ár afturat eftir røttu loysnini, tí tað er torført at selja eitt felag. Eg velji at huga positivt, sigur David Dowie at enda.
Í Manchester hevur Manchetser City av álvara bjóða grannunum úr United av. Hetta eftir eigaraskifti og nýggjum kapitali, kann Everton gera tað sama í Liverpool býi?