Bústaðir: Hetta er sálarligur ágangur frá formanninum

Tveir stýrislimir í Bústøðum siga, at framferðin hjá Regini Hammer, formanni, er ábyrgdarleysur og niðurbrótandi

Enn hava Bústaðir ikki samtykt eina einastu byggiverkætlan, síðani síðani í vár, tá ið stovnurin varð umskipaður

– Vit harmast um herferðina, og sálarliga ágangin, frá formanninum ímóti Bústøðum, stjóranum, leiðarum og øllum starvsfólkunum. Tað siga tveir av stýrislimunum í Bústøðum, Emmy Joensen og Una Joensen. Tær báðar gera nú vart við seg, eftir at formaðurin í stýrinum, Regin Hammer, hevur verið í Kvf og greitt frá síni støðu, umframt at hann nú hevur sent miðlunum eitt tíðindaskriv.

 

Les meiri her: Bústaðir skulu gevast at byggja luksusíbúðir

 

Tær báðar siga, at tá ið Bústaðir vórðu umskipaðar í vár, játtaðu tær at halda fram í stýrinum tí at tær gleddu seg til samstarvið í nýggja stýrinum. Tær gleddu seg eisini til at halda fram við tí »góða, professionella og konstruktiva« samstarvinum, sum hevði verið saman við leiðsluni á Bústaðir tey árini, vit hava verið í stýrinum.

 

Tær vísa á, at endamálið hjá Bústøðum er  at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað og at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum

 

– Tað er ikki soleiðis, at stýrið sjálvt kann avgera, hvat endamálið hjá Bústøðum er, hóast ein meiriluti í stýrinum hevur sett í starvsskipanina “at stýrið skal tryggja, at felagið til eina og hvørja tíð hevur eitt greitt endamál”.

 

Síðani siga tær:

 

Tað hevur tíverri frá fyrsta degi verið ringt arbeiðslag í nýggja stýrinum fyri Bústaðir. Frá fyrsta degi var ivi sáddur um arbeiðið hjá Bústøðum, um at alt ikki er farið rætt fram og tí máttu gamlar avgerðir og verkætlanir kannast og granskast og hvør fundarfrágreiðing fleiri ár aftur í tíðina endavendast. Tí hava tað higartil ikki verið stundir til at koma í gongd við veruliga arbeiðið, sum er at fyrireika bygging av nýggjum íbúðum. Eingin byggiverkætlan er enn samtykt í nýggja stýrinum.

 

Les eisini: Leggja trýst á landsstýriskvinnuna fyri at fáa skil á

 

Vit vilja her taka frástøðu frá fleiri av teimum sjónarmiðum, sum formaðurin førdi fram í KvF tann 15. oktober, eins og vit taka frástøðu frá tíðindaskrivinum frá formanninum 19. oktober. Vit vóru ikki vitandi um tíðindaskrivið. Tá formaðurin sigur, at skrivið er frá honum vegna stýrið og eina aðru ferð sigur, at skrivið er frá stovninum Bústaðir, so er tað ikki so, og hetta er ikki viðgjørt í stýrinum.

 

– Vit harmast um herferðina og sálarliga ágangin frá formanninum ímóti Bústøðum, stjóranum, leiðarum og øllum starvsfólkunum.

 

– Vit eru ørkymlaðar um tann skaða, henda herferð hjá formanninum longu hevur havt á Bústaðir og tess virksemi. Her hugsa vit millum annað um tað misálit, sum formaðurin sáar um tað arbeiði, sum starvsfólkini á Bústøðum hava útint og útinna hvønn dag. Við síni skriving og útsøgnum vísir formaðurin, at hann ikki hevur álit á stjóranum og á starvsfólkunum.

– Vit hugsa eisini um tann skaða formaðurin hevur gjørt á tað framtíðar samstarv, sum Bústaðir skal hava við íleggjarar, lánsveitarar, kommunur og arbeiðstakarar. Tá formaðurin rør framundir, at tað er fíggjarligt óskil á Bústaðum, so er hann við til at skaða álitið á Bústaðir.

 

– Formaðurin sigur, at hansara mál er, at Bústaðir ongantíð skal hava fyri neyðini at biðja um pengar úr landskassanum.

 

Bústaðir hevur ongantíð haft fyri neyðini at biða um pengar úr landskassanum og fer væntandi heldur ikki at hava tað fyri neyðini. Tí skilja vit ikki hvat formaðurin vil við slíkari útsøgn annað enn at skaða álitíð á Bústaðir.

 

– Tá formaðurin sigur at “Bústaðir stevna beint ímóti nýggjum gjaldsføristrupulleikum úti í sjónarringinum”, er hetta ikki rætt. Bústaðir hevur ongantíð haft gjaldsføristrupulleikar og einki grundarlag er fyri páhaldinum um, at Bústaðir í framtíðini koma at hava gjaldføristrupulleikar.

 

– Tað er heldur ikki rætt, tá ið formaðurin sigur, at Bústaðir er í ferð við tríggjar nýggjar bústaðarbyggingar. Nýggja stýrið hevur sum sagt onga verkætlan samtykt enn.

 

– Tað er somuleiðis heldur ikki tikin nøkur avgerð um at byggja teir búfelagsskapir og barnabústovnar, sum formaðurin skrivar í tíðindaskrivinum. Hesar verkætlanir skulu avtalast við Almannaverkið og tað er ikki gjørt enn.

 

– Vit halda at verandi arbeiðsháttur hjá formanninum er ábyrgdarleysur og niðurbrótandi og má broytast, skal Bústaðir aftur arbeiða professionelt og konstruktivt. Soleiðis ber ikki til at arbeiða – hvørki í einum almennum grunni ella einum partafelagi, siga Emmy Joensen og Una Joensen, stýrislimir

 

Enn hava Bústaðir ikki samtykt eina einastu byggiverkætlan, síðani síðani í vár, tá ið stovnurin varð umskipaður