- Hóast nógv alda hevur verið í sjónum í allan dag, so hevur lítil og eingin vindur verið fyrr enn í kvøld. Tí hava størri snellubátarnir í Sandoynni verið til útróðrar í dag.
Tað veit Sands kommuna at siga á sínari Facebook-síðu í kvøld, haðani viðhefta mynd eisini er. Og tað er ikki smávegis fiskiskapur, sum sagt verður frá góðum snellufiskiskapi í dag.
- Báturin Sniolvur, sum brøðurnir, Bergur og Michael Olsen á Sandi dríva, hevur í dag um 3500 pund, og báturin Mary-Ann, sum Wilhelm Petersen úr Húsavík og Klæmint Nicodemussen av Sandi dríva, hevur um 4000 pund.
Sigast má, at hetta er óføra góður - og næstan óhoyrdur - snellufiskiskapur.
- Tað vísir seg, at toskurin rættiliga hevur ment seg aftur, og snellubátarnir fáa nú dagar við heilt góðum fiskiskapi. Toskurin er væl fyri, hevur nógva livur og er fullur í rognum og sili.
Á Fcebook-síðuni hjá Sands kommunu halda tey tað eisini vera hugaligt, at allar støddir av fiski eru at fáa - frá heilt stórum toski til smáfisk, hvørt um annað.
- Vit ynskja útróđrarmonnunum á Sandi góða eydnu og vóna, at nógvur várfiskur og sildafiskur verđur at fáa í ár, leggja tey aftrat í Sands kommunu í kvøld.