Tað er ringt at skilja, hvussu garnaskipið Anita, kundi fáa fiskiloyvið aftur, eftir alt sum er hent. Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Og tí vil hon hava at vita frá løgmanni, hví Anita slapp aftur til fiskiskap, og tað er ein spurningur, løgmaður skal svara upp á í løgtinginum mikudagin.
Hann skal eisini siga um hann heldur, at landsstýrismaðurin, ið varða av ávikavist arbeiðsviðurskiftum og trygd umborð, Johan Dahl, og landsstýrismaðurin, í varðar av vinnuligum fiskiskapi, Jacob Vestergaard, hava røkt sínar skyldur. Og løgmaður skal eisini greiða løgtinginum frá, hvat hann ætlar at gera fyri at endurskapa álitið á politiska- og umsitingarliga myndugleikan.
Bjørt Samuelsen sigur, at tað er skilligt, at reiðarin á Anitu hevur forbrotið seg ímóti galdandi reglum fyri manningarviðurskifti, trygd umborð og harafturat hevði fiskað ólógliga.
- Løgmaður hevur alment boðað frá, at fiskiloyvini nú verða tikin frá Anitu. Men, tað hendi ikki fyrr enn eftir at manningarfeløgini staðiliga høvdu heitt á hann um at gera tað. Men kortini kundi Anita fara til fiskiskap við spildurnýggjum veiðiloyvi at fiska svartkalva og havtasku Longu í apríl mælti Vørn annars Fiskimálaráðnum til at taka øll fiskirættindi frá Anitu.
Tingkvinann heldur, at tað er ilt at skilja, hvussutað kortini ber til at Anita sleppur aftur til fiskiskap, hóast tað fyri nógvum mánaðum síðani kom fram, at talan er um sera ivasom manningar- og lønarviðurskifti, álvarsamt óskil við manningarlistum og stórur ivi um hvørt trygdin umborð er í lagið.
- Tá lagt verður afturat, at skipið setti fleiri enn 4600 gørn, hóast loyvi bert var til 1400, gerst hetta enn truplari at skilja, og eingin ivi er um at tað skapar djúpt misálit á alla skipanina, sum er skal tryggja góð og trygg viðurskifti fyri manningina umborð, umframt heiðurligan fiskiskap, sigur Bjørt Samuelsen.
|










