– Hetta er revsingin frá veljarunum fyri at vera snaraður til høgru.
Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, hevur sína meining um, hví javnaðarflokkurin fær ein søguligan lúsing í nýggju veljarakanningini hjá Norðlýsinum í gjár.
Javnaðarflokkurin fekk átta tinglimir á seinasta løgtingsvali - og ein a teimum ar nettupp Sonja Jógansdóttir. Men longu samstundis sum samgonguskjalið varð undirskrivað, boðaði hon frá, at hon tók seg úr flokkinum, og síðani hevur hon verið uttanflokatingkinna.
Men eftir nýggju veljarakanningini fær Javnaðarflokkurin bara fimm tinglimir og sostatt missur hann heilar tríggjar tinglimir. Og Sonja Jógvansdóttir heldur, at fyri ein stóran part er hetta revsingini frá veljaranum fyri at flokkurin er snaraði til høgru í málinum um eina nýggja pensjónsskipan, ístaðin fyri at snarað til vinstru.
Hon sigur, at hetta var eitt tilvitað val frá flokkinum, at leggja seg á at somu pensjónsskipan, sum undanfarna samgonga setti í gildi, bara við nøkrum tekniskum rættingum.
Í Løgtinginum hevur Sonja Jógvansdóttir húðflett javnaðarflokkin fyri at hava sett eina penssjónsskipan í gildi, sum, eftir hennara tykki, er ein »Jørgen Niclasen light« útgáva, og hon helt fyri, at Javnaðarflokkurin var »til helitis til grin«.
Les meiri um tað HER
Og tað er fyri ein stóran part støðan, Javnaðarflokkurin tók í pensjónsskipanini, hann nú merkir sviðan av, heldur løgtingskvinnan.
Hon heldur, at ófriðurin innanfloks í spurninginum um eina nýggja fiskivinnuskipan, hevur sjálvandi eisini sína ávirkan. Og yvirhøvur heldur hon, at úrslitið av veljarakanningin vísir, at føroyskur politikkur er snaraður til høgru, og hon heldur, at tað er ein harmilig gongd. Hon sipar til, at bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fáa hvør sínar tveir tinglimir afturat, og at Framsókn fær ein tinglim afturat, ímeðan Tjóðveldi missur ein, afturat teimum trimum hjá Javnaðarflokkinum.










