- Vit eru ein fiskivinnutjóð og tað er óheppið, at vit ikki hava eitt rættiligt havrannsóknarskip
Tað ásannar Eilif, stjóri á Havstovuni.
Nú samgongan hevur lagt uppskot um fíggjarlóg fyri næsta ár fram, er greitt, at Havstovan fær onga játtan til umvælingar, hóast Magnus Heinason er so illa slitin, at samgongan væntar, at lutir og útgerð fara nær tað skal vera.
Tað merkir, at útreiðslur til umvælingar skulu takast av vanligu játtanini.
- Hetta er óheppið heldur Eilif Gaard, tí játtanin er so tepur, at tey hava ikki ráð til tað stóra av umvælingum.
- At vit onka játtan hava til umvælingar, hevur skert kanningarnar bæði í ár og í fjør.
- Tað er óheppið, tí vit meta, at talan er um týdningarmiklar kanningar og eingin kanningarferð verður gjørt til stuttleika.
- Tað hevur eisini stóran týdning at gera regluligar kanningar hvørt ár, fyri at kunna eygleiða broytingar, sigur Eilif Gaard.
Annars sigur stjórin á Havstovuni, at siglingarætlanin hjá Magnusi Heinasyni verður løgd sum ætlað og so mugu tey bara taka møgulig brek, sum tey koma.
- Játtanin røkkur bara til rakstur og vanligt hald. Hendir nakað óvanligt, fáa vit ikki arbeitt, sigur Eilif Gaard.
- Hendir nakað munandi brek við Magnusi Heinason, fáa vit ikki kannað nakað sum helst, tí tað hava vit ikki játtan til, sigur Eilif Gaard.
Sum sæst í aðrari grein her á in.fo heldur Jacob Vestergaard, at hóast Magnus Heinason liggur, skulu tey nokk klára at kanna uppsjóvarfiskin, tí uppsjóvarskip verður leigað til tað endamálið
Hesum er Eilif Gaard, grundleggjandi ósamdur í.
- Tað er púra misskilt, tí nettupp tær kanningarnar er ein av okkara týdningarmestu uppgávum, sigur hann.
Hann sigur, at Havstovan leigar eitt nótaskip í tríggjar vikur um árið at gera yvirlitstrolingar eftir makreli rundan um Føroyar í juli mánaða.
- Allar aðrar kanningar verða gjørdar við havrannsóknarskipinum, og tær eru nógvar, bæði svartkjaftakanningar og sildakanningar.
- Hetta eru kanningar, vit ikki skulu undirmeta, tí tað eru hesar kanningarnar hjá Magnus Heinasyni, vit hava bygt okkara krav um hægri kvotur á, sigur Eilif Gaard.
- Tað hevur einki við tað leigaða skipið at gera, leggur Magnus Gaard afturat.