- Eg fari at halda meg til samgonguskjalið, og til politisku semjuna um at gera undirsjóvartunnil í Eysturoy og í Sandoy.
Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Heðin Mortensen, tingmaður, hevur reist spurningin um Eysturoyartunnilin í Løgtinginum, har hann vil hava at vita, um nøkur nýggj kostnaðarmeting er, og har hann yvirhøvur reisir spurningin um tað yvirhøvur er rætt at gera tunnilin.
Hann vísir á, at allur til og frákoyringarvegir, og nógv annað, sum kostar hundraðtals milliónir, er ikki við í kostnaðarmetingini.
Henrik Old sigur, at Eysturoyartunnilin fer væntandi fer at kosta eina milliard. kr Sandoyartunnilin fer at kosta 865 milliónir krónur
Hann sigur, at enn er eingin neyv kostnaðarmeting til skjals, men at felagið, sum stendur fyriætlanini, arbeiðir við at útvega fígging og at bjóða arbeiðið at byggja tunlarnar, út.
- Tá ið tilboðini eru komin inn, kann sigast nágreiniligari, hvat kostnaðurin verður.
Hann sigur, at hvat fígging viðvíkur, at hetta akkurát rætta løtan, nú rentan er serstakliga lág .
- Verkætlanin er so stór, at tað er fíggingin, altso rentan og afturgjaldstíðin, ið hevur mest at siga fyri, hvussu dýrt ella bíligt tað verður at koyra gjögnum tunlarnar og um talan verður um eina verkætlan, sum tað er ráðiligt at fara undir, ella ikki.
Henrik Old sigur, at sum landsstýrismaður fer hann at halda seg til samgonguskjalið, har tað stendurm at ”hildið verður fast um semjuna um Eystuoyar- og Sandoyartunnilin.”
- Javnaðarflokkurin var eisini partur av tunnilssemjuni og hevur ikki ætlað at loypa frá teirri avtaluni, sigur Henrik Old.
Hann sigur, at inntøkur frá Eysturoyartunlinum skulu brúkast at fíggja Sandoyartunnilin, so Eysturoyartunnilin má gerast fyrst, annars verður heldur ongin Sandoyartunnil.










