Hví skal rokningin fyri korona-kreppuna sendast til Als, sum er ein grunnur fyri arbeiðsleys?
Tað skilur fyrrverandi topp-politikarin fyri Javnaðarflokkin, Jóannes Eidesgaard, ikki.
Hann sigur í eini fráboðan í dag, at tað er eingin ivi um, at tey mongu, sum eru send heim nú landið meira ella minni er í undantaksstøðu, skulu hava løn.
– Tey á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum eru send heim, fáa løn og sjálvandi skulu eisini tey á privata arbeiðsmarknaðinum hava somu sømdir.
– Tað eru allir partar á einum máli um. Men var nú politiska loysnin, sum vald varð, tann rætta, spyr Jóannes Eidesgaard.
Hann minnir á, at bæði núverandi og fyrrverandi fíggjarmálaráðharrar hava sagt, at landskassin er serstakliga væl fyri, eisini um eitt hóttafall skuldi komið.
– Landskassin hevur havt stór avlop nú i fleiri ár, og nú fløðir eisini nakað væl í Búskapargrunnin, og skuldi tað verði neyðugt, kann landskassin taka bílig lán, tí kredittvirðið er gott.
Í nógvum londum í somu støðu kring okkum hava ríkiskassarnir tikið ábyrgd og hava ikki sent rokningina víðari til onkran annan.
– Hetta er eisini galdandi í Danmark, sum vit annars hava kopierað í øllum tiltøkum, tá tað snýr seg Korona, sigur Jóannes Eidesgaard.
– Men her hjá okkum læt politiska skipanin ALS standa við endan, og einki hoyrdist hvørki frá mínum egna flokki ella frá nøkrum øðrum flokki. Hjá fakfeløgunum valdaði eisini tøgn, átalar fyrrverandi topp-politikarin.
– Eg veit væl, at støðan er óvanlig og alt annað enn trygg, og eg veit eisini fullvæl, at loysnin á hesum máli hevði skund.
– Men tað gevur tó ikki orsøk til at kasta alt vit og skil fyri borð. Hví skuldi henda rokningin sendast ALS, sum er grunnurin fyri tey arbeiðsleysu, spyr hann
– At júst hetta landsstýrið kom við hesari loysnini, undrar meg ikki, men tað, sum hinvegin undrar meg almikið, er, at hvørki Javnaðarflokkurin, Tjóðveldið ella fakfeløgini tóku blaðið frá munninum.
Sagt verður frá, at longu nú eru eini 5.000 fólk, sum fáa hækkaða útgjaldið úr ALS. Sagt verður somuleiðis, at talið kann fara upp ímóti eini 8.000 fólk.
– Tá fossa pengarnir skjótt úr kassanum hjá teimum arbeiðsleysu við eini 150 milliónum um mánaðin. Tá tekur tað bara eitt hálvt ár, so er kassin tómur.
Jóannes Eidesgard spyr, hvat vit so gera - og um politikararnir so fara eftir Samahaldsfasta ella Heilsutrygd?
– Tað er rættiliga hugstoytt at vita, at feløg, sum nú senda starvfólk til hús i stórum tali, og í ALS eftir pengum, hava kanska nýliga goldið stórt vinningsbýti til eigararnar, sigur hann.
– Tað er líka hugstoytt at vita, at sama landsstýrið, sum hevur latið tilfeingi í milliardavirði fyri einki til tey útvaldu, nú mælir til, at tey arbeiðsleysu skulu taka ábyrgd fyri trongu støðuna í landinum.
– Av einari borgarligari samgongu kundi hetta væntast, men at tað hendir við vælsignilsi frá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldinum, og hjá fakfeløgunum hjá teimum limum, sum hava brúk fyri ALS, tá arbeiðsloysið einaferð aftur rakar, tað skilji eg bara ikki, sigur hann.
– Tað var tann tíð fyri skjótt tríati árum síðani, at vit bardust nátt og dag fyri at halda lív í ALS, sum ikki megnaði at gjaldu út til tey næstan 25 prosentini, sum vóru arbeiðsleys.
– Vit fóru eftir Frítíðargrunninum, læntu inngjaldið til Samhaldsfasta í eitt ár og tóku lán við landskassaveðhaldi. Men tað gekk, og grunnurin hevur síðan livað sítt fríska lív.
– Men við hesari gongdini, kann støðan skjótt vendast.
– Høvdu vit um ikki annað sagt, at ALS kann umsita nýggju skipanina fyri tey heimsendu starvsfólkini. Vit kundu kanska eisini sagt, at ALS, sum eigur 900 milliónir á bók, stuðlar við 300 ella 400 milliónum, men so má landskassin taka ábyrgd.
– Men har var als eingin rødd at hoyra, har valdaði tøgn, sigur Jóannes Eidesgaard.
– Korona ella ei. Vit kunnu ikki tveita skipanir fyri borð, sum tóku so nógv ár at byggja upp, leggur hann afturat.