- Hetta er eitt sindur ræðandi.
Kristina Háfoss er talskvinna hjá Tjóðveldi í fíggjarmálum og hon heldur, at búskaparliga ætlanin hjá samgonguni fyri hesi næstu árini, er eitt stórt vónbrot. Her er ongin yvirskipað ætlan og her er eingin ábending um, hvørja kós, ætlanin er at seta fyri føroyska samfelagið.
- Hetta er sum ævintýrið um nýggju klæðir keisarans. Í samgongini royna tey at látast sum um, at tað stendur so øgiliga væl til, hóast tey vita, at støðan er alt annað enn góð.
Men nú setir samgongan sparitiltøk í verk fyri at frelsa seg frá sær sjálvum.
Sjálvskapt hol
Kristina Háfoss sigur, at tá ið samgongan nú setir sparingar í verk, er tað fyri at typpa eitt hol á fíggjarlógini, hon sjálv hevur skapt.
- Samgongan hevur máað støðið undan inntøkunum hjá landskassanum við flatskattinum.
- Avleiðingin er, at hallið á fíggjarlógini var upp aftur størri í fjør, enn tað var í 2011.
Fyri einum ári síðani setti samgongan sær sum mál, at í 2014 skuldi hallið á fíggjarlógini vera 185 milliónir, men eftir ætlanini, sum varð lagt fram í gjáramorgunin, verður tað 235 milliónir
- Tað er eisini rættiliga ræðandi, at í fjør segði samgongan, at í 2016 skal avlopið á fíggjarlógini verða 110 milliónir, men eftir ætlanini, sum nú fyriliggur, verður hallið í 2016 bara tríggjar milliónir.
- Sostatt gongur rættiliga skjótt tann skeiva vegin. Men orsøkin er ikki, at útreiðslurnar eru hækkaðar, men at inntøkurnar eru munandi lækkaðar.
- Eg kann ikki koma til aðra niðurstøðu enn, at landsstýrið sjálvt trýr ikki upp á nakran serligan vøkstur og upp á sín politikk.
Sáa mistreysti
Kristina Háfoss sigur, at einasti inntøkuvøkstur er ríkisveitingin og tilfeingisgjald.
Samstundis hevur samgongan lækkað inntøkurnar hjá landskassanum yvir 300 milliónir og fyri at fylla í holið aftur, verða sparingar fyri góðar 175 milliónir settar í verk hesi næstu árini.
- Tað er ikki rættur politikkur at føra í eini tíð, har tað ikki gongur væl og har tað er neyðugt at stimbra og eggja til bjartskygni.
- Men hetta eru sparingar, samgongan kann takka sær sjálvum fyri, tí hon hevur sjálv skrykt inntøkugrundarlagið undir føroyska landshúsarhaldinum.
Kristina Háfoss sigur, at tá ið samgongan ikki so frægt sum vil hækka játtanirnar til at geva pláss fyri lønarhækkingum, elvir tað til mistreysti og ótta fyri uppsagnum.
- Men vit síggja jú eisini á tølunum, at føroyingar tora ikki at brúka pengar.
- Ístaðin skuldi samgongan ført ein álitisvekjandi politikk, so at fólk ikki gekk og stúrdi fyri starvinum.
Ongar nýskipanir
Samstundis sóknast fíggjarpolitiska talskvinnan hjá Tjóðveldi eftir, hvat verður av øllum nýskipanunum, samgongan hevur boðað frá í fiskivinnuni, í heilsuverkinum og í skúlaverkinum.
- Og hvar er vinnupolitikkurin og hvar er útbúgvingarpolitikkurin, spyr hon eisini?
- Tað eru tær nýskipanirnar, sum skuldu givið okkum ein stóran vinning. Ístaðin eru játtanarkarmarnir ikki annað enn eitt bókhald, og so verður skarað eitt sindur av her og har, sigur Kristina Háfoss.