Handil við skipum og loyvum
- Føroyskir politikarar eru størstu hyklarar í verðini.
Tað er skoðsmálið, sum Jenis av Rana nú gevur starvsfeløgunum sínum á Føroya Løgtingi.
Og tað er í kjalarvørrrinum á teimum risastóru handlum við fiskiloyvum og skipum, sum eru farnir fram í løtuni, at formaðurin í Miðflokkinum nú fellur so harðan dóm yvir føroyskar politikarar.
Men samstundis leggur hann dent á, at hann ætlar ikki á nakran hátt at finnast at teimum vinnulívsfólkum, sum keypa ella selja skip og fiskiloyvi.
- Tey hava als onki skeivt gjørt, tí tey gera ikki annað enn tað, sum lógin loyvir teimum og teir kunnu ikki lastast fyri at halda seg innanfyri teir karmar, sum politikarar leggja teimum at virka undir.
Men at hoyra politikarar úr øllum flokkum gremja seg og enntá øtast um tað, sum fer fram, heldur Jenis av Rana vera heilt ótrúligt.
- Veruleikin er, at politikarar hava alla tíðina vitað, hvussu støðan er. Men tað er eisini veruleikin, at tað alla tíðina hevur verið ætlanin, at tað, sum nú fer fram, skuldi bera til.
- Tað, sum nú hendir, er stutt og greitt, prísurin, sum fyrst Høgni Hoydal og síðani Jóannes Eidegaard hava verið noyddur at gjalda fyri at fáa Fólkaflokkin í song við sær, sigur formaðurin í Miðflokkinum.
Altíð verið ætlanin
Eftir hansara tykki er tað nevniliga als ongin ivi um, at tað er fólkaflokkurin, sum hevur havt buktina og báðar endarnar í føroyskum politikki seinastu átta árini.
- Fyrst lat Høgni Hoydal Fólkaflokkin sleppa at ráða øll tey seks árini, sokallaða fullveldissamgongan sat. Høgni Hoydal var so uppsettur upp á fullveldi, at hann lat rætt og slætt alt um seg ganga og tordi tí ikki at røra Fólkaflokkin. Tí hóreiggjaði Fólkaflokkurin sær akkurát sum hann vildi uttan at nakað kom burturúr fullveldinum kortini.
- Og nú er Jóannes Eidesgaard so uppsettur upp á at varðveita løgmanssessin, at heldur ikki hann torir at røra Fólkaflokkin, men letur alt um seg ganga.
- Og tað, sum nú fer fram við keyp og sølum av fiskiloyvum, er fólkaflokspolitikkur út í æsir.
- Hetta er ikki av óvart, ella tí at nøkur sum helst misskiljing er. Hetta er heldur ikki tí, at tað eru hol í lógini, sum politikarar ikki hava varnast.
Jenis av Rana sigur, at tað, sum nú fer fram, hevur tvørturímóti alla tíðina verið ætlanin, tí hetta er ikki nakað, sum er hent av óvart.
- Politikararnir hava við beráddum huga borið so í bandið, at tað skal bera til hjá nøkrum fáum at ríka seg upp við at selja fiskiloyvini, sum annars skuldu vera ogn Føroya Fólks.
- Tað varð ávarað ímóti hesum, men ongin gjørdi nakað og nú er tað gingið galið.
Men formaðurin í Miðflokkinum er púra sannførdur um, at akkurát tað sama, sum nú hendir við okkara fiskiloyvum, eisini fer at henda við Føroya Banka, Atlantsflogi, Føroya Tele og øðrum almennum fyritøkum, sum nú skulu einskiljast.
- Tá fara yvirskriftirnar í fjølmiðlunum eisini at vera, at útlendingar eru farnir við Føroya Banka, Atlantsflogi o.s.fr.
Ikki stirðil til at gera nakað
- Tað ringasta er, at allir politikarar siga, at nú má okkurt gerast. Men veruleikin er, at teir hava onki gjørt við tað seinastu árini og teir fara heldur onki at gera við tað, tí fólkaflokkurin sigur stopp og so tora hinir flokkarnir onki at gera, hvørki í undanfarnu ella í hesari samgonguni. Tí hava politikararnir ikki stirðil til at gera nakað við hetta.
- Hetta er eisini ein máti hjá fólkaflokkinum at hjálpa reiðarum at sleppa av við skip, sum kanska ikki eru so væl seljandi.
Jenis av Rana ásannar, at talan er um ein stóran trupulleika.
Men trupulleikin er ikki størri enn so, enn, at er viljin til staðar, kunnu teir somu politikarar, sum hava gjørt hetta møguligt, eisini venda gongdini, so at fiskiríkidømið aftur verður ogn Føroya Fólks.
- Tað, at nakrir reiðarar hava selt síni loyvi, er ikki meiri bindandi enn so, enn at politikarar kunnu aftur gera nýggjar lógir fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, so at fiskiloyvini koma aftur í landskassan og sostatt aftur til Føroya Fólk.
Fiskiloyvini aftur í landskassan
Jenis av Rana gevur lítið fyri útsøgnina hjá Jørgen Niclasen í Sosialinum í gjár, har fólkafloksmaðurin heldur, at teir, sum selja fiskiloyvi, áttu at betalt eini 70-80% í skatti av vinninginum.
- Tað lysti meg at sæð fólkaflokkin sett tað í verk. Men ger hann tað, skal okkara stuðul ikki tróta, sigur formaðurin í Miðflokkinum.
Men hann heldur ikki, at hetta loysir trupulleikan.
- Men tað er rættiliga einfalt at loysa trupulleikan. Og tað kann gerast soleiðis, at tá ið eitt skip verður selt, skal fiskiloyvið fella aftur til landskassan.
- Tað er eitt uppskot, sum kann samtykkjast í morgin, um so skal vera.
- Tað er ikki meiri enn natúrligt, at tá ið ein reiðari ikki hevur brúk fyri einum fiskiloyvi longur, at tað so fellur aftur til tann, sum reiðarin hevur fingið tað frá.
Annars verða fiskiloyvi útskrivað fyri 10 ár ísenn. Tað merkir, at tá ið 10 ár eru farin, kann landsstýrið taka tey aftur, uttan nakað sum helst. Men tað merkir eisini, at verða fiskiloyvi misrøkt, ella verða treytirnar ikki hildnar, kunnu tey eisini takast aftur.
- Ístaðin hevur landsstýrið sett ein automatikk inn í skipanina so at tá ið skip verða seld, fylgir fiskiloyvið við og verður útskrivað fyri 10 ár afturat.
Men Jenis av Rana sigur, at er onki hent á Ólavsøku, fer Miðflokkurin sjálvur at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at tá ið skip verða seld, skulu fiskiloyvini fella aftur til landskassan,.