- Tað er stór og vanærilig skomm fyri Føroyar sum fiskivinnutjóð, at peningur ikki er til olju til hjálpar-og vaktarskipini, Tjaldrið og Brimil, sum nú liggja á Skála. Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hjá Sjálvstýrisflokkinum, heldur tað vera ógvuliga ússaligt av politisku skipanini í Føroyum, at hon ikki syrgir fyri, at hjálpar-og vaktarskipini, Tjaldrið og Brimil, hava olju til eftirlitsuppgávur.
- Hetta er so vánaligt, at eg havi ikki orð fyri tí, sigur hann.
Løgtingsmaðurin heldur, at tá tað sansar at, og løgtingið veit, hvussu støðan er, átti fíggjarnevndin at verið viðspælari.
- Eg skilji slett ikki, at politiska skipanin kann góðtaka støðuna, soleiðis sum hon er, nú Tjaldrið og Brimil koma at liggja meginpartin av tí, sum eftir er av hesum árinum ? og helst eisini verða munandi skerd í komandi ári, sigur Kári P. Højgaard.
Tað, sum ikki minst undrar løgtingsmannin í hesum máli, er, at bæði Fiskiveiðieftirlitið og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, alment viðganga, at nú er at kalla einki eftirlit á havleiðunum, tí skipini liggja vegna sparingar.
- Eg haldi ikki, at slíkt er nakað, tú fert út í miðlarnar við, og eg haldi, at hetta er fullkomiliga sjúkt, leggur løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard, aftrat.
Hann hevur eisini sett landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, skrivligan fyrispurning um hjálpar-og vaktarskipini og um føroysku tilbúgvingina á havinum annars.
Myndina, sum vit prenta saman við hesum greinastubbanum, tók myndamaðurin, Jens Kristian Vang, á Skála ein dagin herfyri.