– Hetta er púra óhoyrt. Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Nú hann varð afturvaldur í Løgtingið, hevur meirilutin í Tvøroyrar Býráð aftur samtykt, at hann skal ikki sleppa at røkja starvið sum borgarstjóri og løgtingsmaður, ísenn.
Les meiri um tað her: Nokta honum at vera borgarstjóri og løgtingsmaður ísenn
Men meirilutin hevur eisini samtykt, at heita á ein uttanhýsis sakførara, Jógvan Páll Lassen, um at taka sær av málinum. Og somuleiðis hava tey samtykt, at »eftir sum at hetta snýr seg um borgarstjóran, skal meirilutin heimilast til at samskifta beinleiðis við Jógvan Páll Lassen um málið«, sum tað stendur í samtyktini.
Kristin Michelsen hevur onga viðmerking til, hvat hann nú fer at gera. Men hann sigur, at hetta, sum meirilutin í býráðnum nú hevur samtykt, er púra óhoyrt.
– Samskiftið hjá býráðnum er ígjøgnum leiðsluna og umsitingina. Men við hesi samtyktini ætlar meirilutin at skúgva leiðslu og umsiting til viks, og tað er ikki hent áður, sigur Kristin Michelsen.
Hann sigur, at tað er ikki ein meiriluti í einum býráðið, sum myndar uttanhýsis samskiftið hjá býráðnum. Tað er uppgávan hjá leiðsluni og umsitingini, men nú er ætlar meirilutin at seta mannagongdirnar til viks.
Kristin Michelsen vísir eisini á, at upprunaliga fekk hann heimild frá meirilutanum í býráðnum at vera løgtingsmaður, samstundis sum hann var løgtingsmaður.
Men tá ið Kristina Roest fór úr meirilutanum, tók broytti býráðið støðu og samtykti beint fyri jól í fjør, at Kristin Michelsen skuldi ikki røkja bæði størvini.
– Hesa avgerðina havi eg kært, tí eg meti at tann fyrra tilsøgnin er galdandi fyri alt valskeiðið hjá býráðnum, sigur hann. Og hann leggur afturat, at tann kæran er ikki avgreitt enn og tí veit hann ikki, hvat úrslitið verður.