Hetta er púra høpisleyst av landsstýrinum

– Velja tit oljuna, vraka tit samstundis eina grøna framtíð. Tað sigur Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag, FNU, nú landsstýrið fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at leita eftir olju í føroyskum sjóøki.

 

Og samstundis átala tey, at evsta vald í Føroyum vísir slíkt ábyrgdarloysi, og slíka líkasælu, sum hetta vísir. Nú ið vit eru fyri stórum og álvarsamum veðurlagsbroytinginum, sum júst eru elvdar av olju, koli og gassi, er tað høpisleyst at halda fram at leita eftir olju, halda tey.

 

– Við at stuðla oljuleiting, ger landsstýrið seg inn á rættin hjá Føroya fólki til eina grøna framtíð, halda tey í FNU. Tey siga, at tað kann ikki góðtakast, at tilvildarlig tráan eftir náttúrutilfeingi, skal stýra føroyskum politikki, Tvørtur ímóti er tað okkara ábyrgd at skapa karmar, har hugsað verður um umhvørvi og náttúru, siga tey.

 

– Løgmaður hevur tikið undir við, at Føroyar sum tjóð skulu seta átøk í verk fyri at tálma veðurlagsbroytingunum, staðfesta tey í FNU. Heldur enn at lagt orku í at leita eftir olju, skuldi Føroya landsstýri heldur farið í gongd við eina grøna heildarætlan fyri Føroyar. Setið tykkum mál fyri umhvørvið, so vit kunnu hava umhvørvið við í øllum politiskum avgerðum, siga tey.

 

Tey vísa á, at í áratíggjur hava vit tosað um, at vit skulu fáa eina náttúrulóg og eina nýggja umhvørvislóg. Men enn hevur ongin víst vilja til at fremja hesi alneyðugu tiltøkini til frama fyri umhvørvinum. Tað ber ikki longur til at liva av gomlum dreymum um at finna olju, tí oljan hoyrir ikki framtíðini til. Hinvegin er tað  neyðugt at fara til verka við at broyta okkara samfelag, og tað má vera nú, siga tey í FNU.