- Hetta er eitt groft brot á tey lyfti, vit hava fingið.
Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelagnum hjá Pensjónistum, er ótrúliga vónbrotin av ætlanini hjá samgonguni um at lækka grundarupphæddina í fólkapensjónini 580 krónur.
- Tað er ein hálv øld síoðani, vit fingu fólkapensjónina, men tað aldrin hent fyrr, at ein samgonga hevur lækkað fólkapensjónina. Og tað ger hendan samgongan, hóast vit fingu eitt púra greitt lyfti Javnaðarflokkinum undan valinum, um, at fólkapensjónin skuldi hækkast minst 500 krónur.
So tað sigur seg sjálvt, at vit eru ómetaliga vónbrotin, sigur Arne Thorsteinsson.
Samstundis sum at grundarupphæddin lækkar, er ætlanin at hækka viðbótina. Men viðbótin hækkar bara 150 krónur um mánaðin, so tað er stórur munur á, staðfestir hann turrisliga.
Hinvegin er ætlanin at lækka kringvarpsgjaldið munandi og at hækka gjaldið úr Samhaldsfasta.
- Tað er gamaní, men tað hevur altso einki við fólkapensjónina at gera. Tað er skeivt at blanda onnur viðurskifti upp í fólkapensjónina, heldur formaðurin í Landsfelagnum hjá pensjónistunum.
Hann sigur, at fólkapensjónistar vildu heldur havt eina virðiliga pensjón, og so goldið fult kringvarpsgjald, og onnur gjøld á jøvnum føti við øll onnur, leggur hann afturat.
- Upp undir løgtingsvalið tosaðu politikararnir nógv um eina nýggja pensjónsskipan. Hon er so ikki komin, men ístaðin verður fólkapensjónin lækkað.
Og tað hendir, uttan at vit vita av tí, tí vit eru ikki sloppin at siga okkara hugsan um ætlanina at lækka fólkapensjónina. Og tað hendir, samstundis sum at okkara bruttotjóðarúrtøka er so stór sum aldrin áður.
- Vit eru á veg aftur ímóti gomlum døgum, har fólkapensjónistar livdu av olmussum, og tað er ein ótrúliga niðurgerandi støða at vera í, sigur Arne Thorsteinsson.










