Hetta er óskikkiligt

Forkvinnan fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar heldur, at økisleiðarin í Suðurstreymoyarøkinum er syndabukkur hjá politikarum

Politikarar vilja ikki standa við tær sparingar, sum teir fremja, og nú skal onkur hava ábyrgdina. Hetta er beinleiðis óskikkiligur atburður, sigur Óluva í Gong, forkvinna fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Cæcilia Vestureið, sum er givin sum økisleiðari í Suðurstreymoy, vil ikki viðmerkja avgerðina, men vísir til felagið hjá sær.

 

Les eisini: Økisleiðarin farin frá


Forkvinnan í felagnum, Óluva í Gong heldur, at talan er um, at politiska skipanin vil hava frið um eldraøkið, nú tað skal leggjast út til kommunrnar, og tí skal ein syndabukkur finnast.

 

- Hetta er als ikki ein trivnaðarkanning, hetta er ein støðumeting, sum sálvsagt er vánalig eftir nógv ár við hørðum sparingum á økinum, sigur Óluva í Gong.

 

Hon hevur hugt eftir niðurstøðuni og spurningunum, og heldur, at teir eru løddir og orðaðir soleiðis, at teir mugu seta leiðsluna í ringt ljós.

- Eg havi sent kanningina til fakfólk, og tey siga somuleiðis, at hetta ikki er ein kanning, sum kannar trivnaðin millum starvsfólki, sigur Óluva í Gong.

 

Hon vil ikki endurgeva spurningar ella niðurstøður frá kanningini, men sigur, at niðurstøðurnar vóru so ógvusligar, at eftir at tær vóru lagdar fram fyri økisleiðaranum, var ikki hugsingur um, at hon kundi halda fram í starvinum.

 

- Vit hava gjørt eina semju við Almannaverkið fyri at fáa Cæcilu Vestureið út frá arbeiðsplássinum fyri hennara egna besta, og ikki tí, at tað er hennara ábyrgd, at tað hevur gingið illa í Suðurstreymoyarøkinum, sigur Óluva í Gong.

 

Haraftrat heldur hon tað vera løgið, um starvsfólkið í Heimatænastuni trívist so illa, tí eingin sjúkrafrávera er.

 

 - Um sera vánaligur trivnaður er, er nógv frávera og fólk melda seg sjúk, og tað er ikki talan um tað her yvirhøvur, sigur Óluva í Gong.

Hon heldur tað vera beinleiðis óskikkiligt at turka trupulleikarnar upp á Cæciliu Vestureið, sum annars  er blivin róst fyri at halda fíggjaligu karmarnar.

 

Haraftrat, at hon verður hongd út, sum verandi ein trupulleiki, sum í veruleikanum snýr seg um politiska raðfesting.


- Fyrst skerir tú økið inn á bein, og tú koyrir leiðarar, tí teir ikki megna at halda fíggjarligu karmarnar. Cæilia Vestureið er blivin róst fyri at halda fíggjarligu karmarnar, men tað kostar, og nú hevur man so spurt starvsfólkið, hvat tey halda um umstøðurnar, og tað er klárt, at teimum ikki dáma teir, eftir at økið er blivið pínt niður í fleiri ár, sigur Óluva í Gong og leggur aftrat:


- Tað eru somu fólk, sum hava klappað Cæcilu Vestureið á herðarnar fyri at halda fíggjarligu karmarnar, sum nú hanga hana út, sum trupulleikin, men trupulleikin er politiskur, sigur Óluva í Gong.

 

Hon heldur, at tað er sera óheppið, og at tað uttan iva er fyri at fáa frið á eldraøkinum áðrenn tað skal leggjast út til kommunurnar.

 

- Eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar 1. Januar 2015. Um Cæcilia Vestureið var trupulleikin, so kundi man bíða til eldraøkið undir øllum umstøðum skal leggjast um. Men á hendan hátt, fær tú lagt ábyrgdina frá tær, og skapa politiskan frið á økinum, sigur Óluva í Gong.