Ann Jøkladal Reynstind skrivar á Facebook um hundin hjá sær, sum rýmdur í morgun:
”Mín dumma prinsessa stakk av á ævintýra-ferð í morgun, men kom aftur umleið hálvan tíma seinni, skelvandi og fulstendiga forskrekt.
Hon kom krúpandi til mín og nústani tá síggi eg, hvat hon hevur um kjaftin.
Onkur VEMMILIG sál hevur fingið hendur á henni og gjørt hetta við mín líttla 6 mðr gamla hvølp, ið nóg illa røkkir ein uppá knøini og ger ongum fortreð!
Fekk ilt í hjarta av at ikki taka tað av beinavegin, men helt tað skuldi deilast, í fall onkur annar kemur út fyri sama skil. Eg vóni virkuliga viðkomandi dettur og slær seg óluksáliga hart í!
Sigast skal eisini, at hon hevur hálsband við navn og mínum tlf nummar á, so hví tað ikki er blivi ringt til mín í staðin er ikki til at skilja.
Hettar er rein og sker óreinheit!”