Hetta er óhoyrt

Útlitini fyri, at tað fer at bøta um støðuna, eru ikki góð

- Hetta er óhoyrt og útlitini fyri einum bata, eru ikki góð.

Eisini felagið Tign, sum røkir áhugamálini hjá røktarkrevjandi føroyingum, bæði eldri og yngri, leggur seg nú út í kjakið um at lata kommunurnar yvirtaka eldraøkið og heimatænastuna.

 

Felagi sigur, at støðan á røktarøkinum er alt annað enn nøktandi, og higartil hava hvørki eykajáttanir ella broytingar í ovastu leiðslu gjørt nakran mun.

 

- Spurningurin er, hvussu støðan verður, tá økið verður lagt til kommunurnar.

Men skal nakar bati væntast, mugu fleiri pengar latast røktarøkinum, sigur Tign.

 

- Men bendir alt á, at landið vil leggja røktarøkið til kommunurnar við í mesta lagi somu pengum, som økið fær í dag

 

- Harafturat er lógaruppskot farið niðan í tingið, sum í ein ella annan mun tryggjar starvsfólkið á røktarøkinum í samband við útleggingina.

 

Kommunurnar fáa sostatt ikki fríar teymar til at skipa økið, og  ikki sleppa av við starvsfólk, sum ikki hava neyðugu førleikar at røkja sítt starv, heldur Tign

- Hetta er púra óhoyrt. Uppgávan hjá landi og kommunum er at lyfta røktarøkið mótvegis teimum borgarum, sum hava tørv á røkt.

 

- Hóast neyðug atlit sjálvandi skulu takast til starvsfólkið í samband við bygnaðarbroytingina, má tað vera røktin, sum verður sett í miðdepilin, sigur Tign.

 

- Útlitini fyri einum bata á røktarøkinum aftaná at kommunurnar yvirtaka hetta, eru tí ikki góð, leggur felagið afturat.

 

Tey halda, at tað er eisini sera ørkymlandi at frætta, at grundarlagið fyri at rokna fíggingina av røktarøkinum ikki er tað sama hjá landi og kommunum.

 

- Onki arbeiði er heldur gjørt fyri at staðfesta, hvat røktarstøðið er í dag, hvat tað eigur at vera framyvir, og hvat tað má kosta.

 

- Tað grundleggjandi arbeiðið hjá landinum tykist tó at vera alt annað enn professionelt og spurningurin er, um kommunurnar longu av hesi orsøk ikki eiga at fara frá samráðingarborðinum nú, sigur Tign, sum eisini heitir á Løgtingið um at broyta uppskotið og sostatt at tryggja, at endamálið í lógini verður rokkið.